Ongi úrslit

Tunnilin á Ting og bara Tunnilin!

Bjarni Hammer
15. juli kl. 15:41

Suðuroyartunnilin kemur aftur í Løgtingið stutt eftir ólavsøku. Og hesaferð verður tunnilin ikki tongdur at málinum um penjsónsaldur. Tað skuldi tað sjálvsagt ongantíð havt verið.

Nú skal málið at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin, aftur á beint!

Meirilutin á Føroya Løgtingi vil hava hetta mál avgreitt. Soleiðis at okur kunnu bjóða suðuroyingum sama rættvísa samband sum føroyingum annars. Ferðasambandið til Suðuroyar er, øllum kunnugt, bæði avbjóðandi og svikaligt.

Og um góðar seks vikur missir oyggin enntá sítt álit - Smyril – sum fer í dokk í 10 – 12 vikur. Illa roynda avloysaraskipið siglir ikki, fer aldan upp um 4 metrar. Lítið hugaligt er at líta fram til, hvussu sambandið til Suðuroyar verður í sept., okt. og novembur.

Okur vóna tað besta, tí alternativið er onki samband!

Samstundis kunnu vit staðfesta, at sosiali ójavnin millum Suðuroy og MeginFøroyar er støðugt vaksandi. Longu nú er fátækraváðin tvífalt so stórur í Suðuroy sum í meginøkinum. Undirsjóvartunlarnir hava bast hesum sosiala ójavnanum upp á stutta tíð, allastaðni har teir eru komnir. Kom nú, so taka vit á fyri einum betri og rættvísari Føroyum!

Nú skal ryggur rættast og høvur hevjast.

Hetta er ikki bara ein Suðuroyartunnil. Hetta er Føroyatunnilin. Suðuroyingum eins og øllum føroyingum at frama.

Bjarni Hammer

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46