Í sambandi við komandi løgtingsval hevur Demokratia bjóðað fyrrverandi og núverandi kvinnuligum landspolitikarum sæti í Violetta stólinum at svara nøkrum spurningum. Sum fyrimyndir greiða tær frá um sítt egna politiska virki, og eisini siga tær sína hugsan um útlitini fyri størri kvinnuluttøku í føroyskum politikki.
Hesa ferð hevur Kristina Háfoss sæti í Violetta stólinum.
Kristina Háfoss varð vald fyrstu ferð á ting sum 26 ára gomul í 2002. Tá var hon yngsta beinleiðis valda kvinna á Løgtingi í søguni. Frá 2015 til 2019 var hon landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Kristina er útbúgvin búskaparfrøðingur og løgfrøðingur, og síðani 2021 hevur hon verið stjóri hjá Norðurlandaráðnum, sum hevur skrivstovu í Keypmannahavn.
Navn: Kristina Háfoss
Politiskur flokkur: Tjóðveldi
Borgarligt starv: Stjóri hjá Norðurlandaráðnum
Hvat fekk teg at taka avgerðina at royna teg í politikki?
Fólkaatkvøða um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land skuldi vera í 2001. Eisini var tørvur á at menna okkara samfelag á fleiri økjum. Vildi gera mítt til at skipa Føroyar sum eitt enn betri og sjálvstøðugt land.
Tá eg stillaði upp fyrstu ferð í 2001 til Fólkatingsval, og 2002 til Løgtingsval, vóru eisini alt ov fá ung og alt ov fáar kvinnur í politikki. Eisini hetta ynskti eg at vera við til at broyta.
Hevði tú nakrar fyrimyndir, sum kveiktu tín áhuga fyri politikki?
Nógv undangongufólk vóru og eru, millum hesi Karin Kjølbro í Føroyum, Vígdis Finnbogadóttir í Íslandi og Nelson Mandela í altjóða høpi.
Hvussu vóru tínar fyrstu upplivingar sum politiskt virkin kvinna?
Gevandi, avbjóðandi og læruríkar.
Hvat hevur verið tann størsta avbjóðingin í tínum politiska virksemi?
Í politikki eru avbjóðingar nærum hvønn dag, og tað er gevandi og læruríkt. Tað tíðarskeiðið, tá tær vóru størst, vóru helst tey 4 árini sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Hevði tá ábyrgd av landsins fíggjarlóg, búskapi, lønarsamráðingum, og eisini av at menna Talgildu Føroyar. Eisini tíðin sum landsstýriskvinna í menta-, útbúgvingar- og granskingarmálum var ein stór og góð avbjóðing. Fegin um mongu framstigini, ið framd vórðu saman við so nógvum góðum starvsfeløgum – bæði politiskt og í embætisverkinum.
Hevur tú upplivað, at títt kyn hevur havt ávirkan á, hvussu tú verður møtt sum politikari?
Ja, tað er komið fyri fleiri ferðir, tó fyrst og fremst tey fyrstu árini, tá eg var ung kvinna. Tíbetur er nógv broytt seinastu mongu árini.
Varð vald fyrstu ferð á ting sum 26 ára gomul í 2002, og var tá yngsta beinleiðs valda kvinna á Løgtingi nakrantíð. Á tingi vóru tá vald 28 menn og 4 kvinnur. Nógvar viðmerkingar fullu á tingi og á fundum, og nógvir siðir og umstøður, ið so týðiliga vísti, at talan var um eitt sera mansdominerað arbeiðsstað. Vit høvdu tá eina vón um, at nú fór at ganga framá við javnstøðuni á tingi, men á komandi løgtingsvali í 2004 fór talið av kvinnum niður í 3 saman við 29 monnum. Javnstøða skal ongantíð takast fyri givið.
Hvat er tín størsti sigur, ella tann løtan, tú ert mest stolt av?
Har eru fleiri og felags fyri tær allar eru framstig og úrslit, ið eru framd saman við góðum starvsfeløgum bæði politikarum og embætisfólkum.
Fyrstu ferð eg stillaði upp og varð vald í Løgtingið í 2002 var tað ein serlig løta tá tað eydnaðist at skipa nýggja fullveldissamgongu. Málini vóru bjørt fyri okkara land og fólk.
Sum landsstýriskvinna í menta-, útbúgvingar- og granskingarmálum í 2008 vóru nakrar av bestu løtunum tá lógin um at fara undir at byggja miðnámsskúladepilin í Marknagili – Glasir – varð samtykt, og tá tað eydnaðist at uppstiga námsfrøði og læraraútbúgvingarnar til Bachelor-útbúgvingar.
Seinni sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum 2015 – 2019 vóru nógvar serstakar løtur. Millum hesar vóru endurstovnan av Landsbanka Føroya og nýtt Føroya Váðaráð. Menning av Talgildu Føroyum sett í verk. Vendu hall til stór avlop. Tað var eisini ein stór løta tá semja fekst um at seta av 200 mió. til nýggjar bústovnar til fólk við serligum avbjóðingum og tørvi. Búskapargrunnur Føroya varð fingin at virka sum konjunkturjavnandi amboð. Pensjónsnýskipan framd og skattaskipanin varð broytt so hon lætti um - serliga hjá teimum við lægri lønum. Bústaðir fekk eisini nýggjar og betri karmar at virka innan og fleiri íløgur framdar kring alt landið. Hesar vóru nakrar av mongum serstøkum løtum.
Hvørji ráð vilt tú geva kvinnum, ið umhugsa at stilla upp í politikki?
Tú kanst gera stóran mun við at fara upp í politikk. Ger títt besta fyri tí, ið tú brennur fyri, og minst altíð til at arbeiða fyri teimum, ið hava størstan tørv á eini hjálpandi hond.
Bygg brýr við politikarar tvørturum floksmørk og tvørturum samgongu og andstøðu.
Og minst til, at tú byggir á tað, ið tey, ið undan fóru, framdu, og at tú ert við til at laga grund fyri teimum, ið koma skulu.
Hvat heldur tú, at vit sum samfelag kunnu gera, fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í politikki?
Meiri upplýsing og frálæru til okkara børn og ungu um týdningin av fólkaræði og týdningin av, at bæði kvinnur og menn, ung og eldri, og fólk úr øllum landinum eru við til at taka avgerðir um okkara land og samfelag.
Ungdómstingið er eitt sera gott afturvendandi átak. Hetta kundi kanska verið oftari, og eisini kundu ung verið tikin enn meira við í dagliga politiska arbeiðið.
Skulu fólk sum heild velja at taka lut í politikki, er eisini týðandi, at politiska almenna orðaskiftið ikki gerst ov harðligt ella persónligt.
Tíbetur eru í dag nógvar góðar fyrimyndir, og fleiri ungar kvinnur eru í dag eisini virknar í politikki bæði hjá kommunum og landi.
Hvussu sært tú framtíðina fyri kvinnur og teirra umboðan í politikki?
Vit kunnu gleðast um, at vit hava nógvar kvinnur í Føroyum, ið ynskja at taka ábyrgd og gera mun í politikki. Vit fara at síggja støðugt fleiri kvinnur í leiðslum í øllum samfelagnum - eisini í politikki. Hetta fer at gagna Føroyum og Føroya fólki - bæði núverandi og komandi ættarliðum.