Ongi úrslit

Tryggur meiriluti í Løgtinginum samtykkir Suðuroyartunnilin

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Nú hevur Løgtingið samtykt málið um at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða arbeiðið út.

Og tá ið avtornaði, var trivaligur meiriluti fyri uppskotinum, tí tað vóru heili 23 tinglimir, sum atkvøddu fyri, 7  atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk.

Tey, sum eru ímóti ætlanini, vilja heldur leggja tunnilin av Múlanum, norðan fyri Sands bygd til Sandvíkar, heldur enn av Skarvanesi til Sandvíkar, soleiðis sum Løgtingið nú hevur samtykt, og sum eisini var tilmælið frá Tunnilisfelagnum.

Tað er tann stytsti tunnilin og sostatt er tað tann linjuføringin, har váðin er minst.

Annars skeyt Sambandsflokkurin upp at projektera alternativa tunnilin av Múlanum Norðan fyri Sands bygd, umvegis Skúgvi, til Sandvíkar.

Men tað vann ikki frama, tí tað vóru 9 atkvøður fyri tí og 21 vóru ímóti og ein atkvøða var blonkt, og sostatt varð tað felt.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, harmast um orðavalið í kjakinum, har summi hava roynt at karaktermyrða tey, sum hava ráðgivið um tunnilin og serfrøðingar, sum hava verið uppi í málinum. Eitt nú hava mótstøðufólk tosað um villleiðingar og at ymiskt verður hildið dult.

Tað dámar løgmanni ikki, tí hann heldur, at vit kunnu verða ósamd, uttan at karaktermyrða hvønn annan.

Tá ið tilboðini eru komin inn, skal Løgtingið taka endaliga støðu til um tunnilin skal gerast.

Nú skal Løgtingið viðgera málið eina ferð afturat fyri at tað skal vera endaliga samtykt, og væntandi verður tað mikudagin, at endaliga avgerðin verður tikin.

Løgtingið skal viðgera málið eina ferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt og tað er upplýst, at tað verður mikudagin.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

So er eingin samgonga longur

10 tímar síðan

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

Í gjár kl. 09:14

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55