Ongi úrslit

Tryggingarfeløg hava noktað at tryggja fólk sum eru alt ov feit

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Tað er komið fyri, at tryggingarfeløg hava noktað at tekna eina lívstrygging fyri fólk, sum eru alt ov feit. Tað váttar Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í vinnumálum.

Dennis Holm, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann um hann heldur, at tað er í lagi at nokta fólki at fáa eina lívstrygging bara tí at tey hava eitt høgt BMI tal.

BMI er eitt tal fyri, hvussu feit fólk eru. BMI talið verður roknað soleiðis út, at vektin í kilo verður dividerað við longdini í metrum, og tað talið verður so aftur dividerað við longdini í metrum.

Vanliga verður sagt, at hava fólk eitt BMI oman fyri 25, eru tey ov feit, og er talið oman fyri 30, eru tey alt ov feit.

Dennis Holm sigur, at tað eru fleiri føroyingar, sum ikki sleppa at fáa eina lívstrygging tí at BMI talið er ov høgt.

– Spurningurin er so, um tað er í lagi at diskriminera, og at nokta fólki at fáa eina lívstrygging orsakað av ov høgum BMI - tali, sigur hann.

Eirkur í Jákupsstovu sigur, at sum heild stendur tað tryggingarfeløgum frítt fyri at gera av hvønn tey vilja tryggja - bara tey ganga eftir lógini.

Men eftir lógini skal ein avgerð um at nokta fyri at tryggja eitt fólk, byggja á eitt sakligt grundarlag.

Samstundis er tað avmarkað, hvørjar upplýsingar, tryggingarfeløgini kunnu krevja at fáa frá kundanum.

Eitt nú stendur í lógini, at tryggingarfeløg ikki kunnu spyrja fólk um tey hava arvaligar sjúkur í familjuni, sum tey eisini kunnu fáa.

 Men tryggingarfeløgini kunnu meta um ymsar heilsuligar spurningar, eitt nú BMI talið.

Í hesum sambandi siga leiðreglurnar, at tryggingarfeløgini eiga at gera ítøkiligar váðametingar av kundanum.

Men tað stendur eisini í leiðreglunum, at tryggingarfeløgini eiga ikki nokta at tekna eina trygging orsakað av einari einstakari upplýsing, eitt nú, hvussu høgt BMI talið er.

Sum heild nokta tryggingarfeløgini ikki at tekna lívstrygging fyri fólk, bara tí at tey hava ov høgt BMI, sigur landsstýrismaðurin.

Men BMI talið er ein partur av eini heildarmeting, sum eisini fevnir um blóðroynir, landroynd hjartakanningar, og annað.

– Tó eru dømi um, at tryggingarfeløg hava noktað fólki, sum hava eitt BMI tal yvir 45, at fáa eina lívstrygging, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Tí heldur hann ikki, at tað er neyðugt at gera nakrar broytingar. Men hann sigur, at hann fer at eggja tryggingarfeløgunum til at halda seg til  leiðreglurnar um, at tey skulu ikki at nokta at tekna eina lívstrygging orsakað av einari einstakari upplýsing, í hesum føri BMI - talinum.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

So er eingin samgonga longur

23 tímar síðan

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

19 tímar síðan

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55