Arbeiðs- og Brunaeftirlitið er opinlýst undirmannað, og starvsfólkini, hvørs aðalmál eigur at vera trygdin hjá arbeiðsfólki, halda mest til í einum kontórlandslagi í Havn. Tíverri er trupulleikin í dag tann, at nærum eingin veit hvørji hesi starvsfólk eru, tí tað kemur næstan ikki fyri, at nakar sær tey.
Í høvuðsheitinum verður víst til danska lóggávu, men sum so ofta áður, so er “denne lov ikke gældende for Færøerne”. Meðan donsk arbeiðsfólk eru tryggjaði við alskyns lógarparagrafum og liva eitt langt arbeiðslív, so verða føroysk arbeiðsfólk strongs, slitin og koma, í alsamt størri mun nú, til skaðar.
Í Danmark er so væl regulerað, at mark er fyri, hvussu nógv einstakt arbeiðsfólk kann bera einsamalt. Her tykist tað sum um, at tað er fjákut at ganga upp í tílíkt – tað er, eins og okur ikki hava slept gamla hugsunarháttinum, at man arbeiðir til man hoknar av møði ella pínu.
Av tí sama heldur føroyska arbeiðsfólkið ikki eins leingi, og tað ger í eitt nú Danmark.
Her mugu okur seta inn og skapa virðilig kor fyri føroyska arbeiðsfólki.
Trygdarnetið skal styrjast og okur, ið hava møguleikan fyri at broyta nakað, skulu leggja alla orku í, at fáa hetta avgreitt skjótt og væl!
Tað skylda okur arbeiðsfólkunum, ið hvønn tann einasta dag, ja nátt og dag, seta ,lív og heilsu í váða, fyri at byggja land!
Set ein kross við eina rødd tú veruliga hoyrir á Tingi!
Set tín kross við Bjarna Hammer