Ongi úrslit

Trý tey ovastu hava framvegis ikki tapt

Skála, sum fyri triðju ferð á rað tók stig frá favorittum, hevur framvegis ikki vunnið fulla úrtøku

Jóannes Hansen
7 tímar síðan

Í dag bleiv spenningurin størri í Meistaradeildini. Bæði í toppinum og í botninum.

Toppliðið NSÍ var partur av kommunuuppgerð á Skála. Hóast skálamenn eru niðast, og NSÍ er ovast, so var eingin munur á liðunum. Tað var sera undirhaldandi og spennandi, og tað vórðu skorað seks mál.

Úrslitið var 3-3, eftir at NSÍ var frammanfyri 3-1, tá ið ein tími var farin.

Nú sjey umfør eru farin, hevur NSÍ ikki tapt, og nú sjey umfør eru farin, hevur Skála ikki vunnið fulla úrtøku.

Hetta var triðja ferðin á rað, at Skála, sum er aftast við trimum stigum, fór av vøllinum við stigi, sum var vunnið ímóti favorittum. Ímóti B36 í Gundadali og Víkingi undir Mýruhjalla endaði tað við málleysum javnleikum. Í dag skoraðu bæði Skála og NSÍ trý mál. Skála hevur ongantíð fyrr í ár skorað fleiri enn eitt mál. Sunnudagin fara skálamenn norður til Klaksvíkar.

Í øðrum umfari endaði tað 1-1, táið NSÍ var í Klaksvík. Síðani hevur NSÍ vunnið fulla úrtøku í fýra dystum á rað. Sigursrøðin endaði í hesum umfari á Skála, og teir í NSÍ iðraðu seg um, at teir síðsta hálva tíman mistu 3-1 leiðslu, meðan teir á heimaliðnum fegnaðust um stigið sum teir síðstu løtuna stríddu seg til. Serliga fegnaðust teir, tá ið tað, tá ið vanliga leiktíðin var farin, eydnaðist vongverjanum í høgru Bjarti Thorleifsson við fínum frísparki at senda bóltin omanfyri manngarðin og í NSÍ málið, sum svenski Tom Amos vardi, tí Kristian Joensen var skaddur. Hetta var dystur nummar 35 í bestu landskappingini hjá Bjarti Thorleifsson, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti í bestu deildini.

Meðan Skála sunnudagin fer til Klaksvíkar at hitta KÍ, sum er næstfremst, so fer NSÍ suður í Gundadal at spæla toppdyst ímóti B36, sum er á triðja plássi – tvey stig aftanfyri NSÍ.

B36 vann í dag greiðan 4-1 sigur á Argjum. Bartal Páll Klein legði B36 framum við langskoti, og Obule Sunday Moses javnaði til 1-1 við langskoti.

Dygst undan steðginum var AB málverjin óheppin, tá ið hann gjørdi óneyðugt brotsspark, sum Bogi Reinert-Petersen umsetti til 2-1 B36 leiðslu. Hetta var fjórða málið hjá B36 miðvallaranum. Bogi er toppskjútti saman við tveimum øðrum. Annar er B36 álopsspælarin Torgeir Børven, sum tveir minuttir eftir steðgin stútaði til 3-1 eftir innlegg úr høgru frá Ragnari Samuelsen. Innskifti Tobias Hansen staðfesti 4-1 sigurin eftir upplegg frá innskifta Dávidi B. Andreasen.

AB hevur tríggjar tær seinastu ferðirnar bara vunnið eitt stig – 1-1 á heimavølli ímóti KÍ. AB er á fimta plássi við 10 stigum, ið er sama úrtøka, sum HB hevur. Sunnudagin hittast HB og AB í Gundadali.

Í kvøld hevði HB í Gundadali vitjan av KÍ, sum var í heilt aðrari útgávu enn mánakvøldið, tá ið KÍ á Argjum í síðstu sekundunum javnaði til 1-1. KÍ vann ruddiligan 2-0 sigur, og klaksvíkingar høvdu góðar møguleikar at skora bæði eitt og tvey mál aftrat, meðan tað skinklaði hjá HB – bæði í álopi og verju.

Hjá HB verður setningurin at reisa seg eftir minni góð avrik og tap á útivølli ímóti B68 og á heimavølli ímóti KÍ.

Í dag eydnaðist tað aftur B68 at vinna úrtøku ímóti favoritti. Tað endaði 2-2 í Sarpugerði, har Víkingur var frammanfyri 1-0, áðrenn B68 í seinna hálvleiki skoraði tvey mál. Fýra minuttir undan leikloki javnaði Víkingur við brotssparki, og tá ið B68 í 91. minutti varð undirmannað, tí innskifti Latif Ahmed í 90. minutti sá gula kortið fyri aðru ferð, var setningurin hjá toftamonnum síðstu sjey minuttirnar at koma undan trýstinum hjá Víkingi.

Við Margáir í Streymnesi vann 07 Vestur 2-0. Tað reið leingi um snarið, og heimaliðið hevði størru møguleikarnar, og so avgjørdi 07 Vestur eftir lítlari løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki. Í fyrra førinum var tað norski Ole Arntsen, sum við frísparki úr 24 metrum skoraði, og í seinna førinum var tað liðformaðurin Jasper Van Der Heyden, sum úr 40 metrum sendi bóltin í málið aftanfyri uttarlaga stadda málverjan.

Leygardagin fer EB/Streymur, sum nú er undir strikuni við fýra stigum, at spæla á útivølli ímóti B68, sum er á sjeynda plássi við sjey stigum, og 07 Vestur, sum er á áttanda plássi við seks stigum,  fer sunnudagin at spæla á útivølli ímóti Víkingi. Víkingur er á sætta plássi við níggju stigum.

Mikudagin og hósdagin vera fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið:

Mikudagin

Víkingur – FC Hoyvík: Rúni Gaardbo kl. 18.30

B68 – KÍ: Høgni Madsen kl. 18.30

HB – B36: Dagfinn Forná kl. 18.30

Hósdagin

07 Vestur – NSÍ: Rani Andrasson Skaalum kl. 18.30

NSÍ

7

5

2

0

12

6

17

7

4

3

0

16

4

15

B36

7

4

3

0

15

4

15

HB

7

3

1

3

10

11

10

AB

7

3

1

3

10

11

10

Víkingur

7

2

3

2

8

5

9

B68

7

2

1

4

9

20

7

07 Vestur

7

2

0

5

4

12

6

EB/Streymur

7

1

1

5

4

11

4

Skála

7

0

3

4

6

10

3

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10