Ongi úrslit

Trý fólk horvin í Vágum: Eru givin at leita eftir øllum trimum

Áki Bertholdsen
9. sepember kl. 07:46

Trý fólk horvin í Vágum: Eru givin at leita

 

Sum vit hava skrivað fleiri ferðir, eru trý fólk horvin í Vágum í seinastu viku.

Fyrst leitaði løgreglan eftir einum manni úr Meksiko og síðani eisini eftir tveimum kvinnum úr Suðurkorea.

Try høvdu øll trý tað til felags, at seinastu lívsteknini tey góvu frá sær, var ímeðan tey vóru stødd í Vágum, á leiðini við Bøsdalafoss og Trælanípuna.

Ryggsekkurin hjá manninum er funnin í Mykinesfjørði, men einki sást aftur til kvinnurnar.

Løgreglan hevur leitað við fólki, bátum og skipum, við hundum og dronum, men alt til fánýtis.

Fyrst boðaði løgreglan frá, at tey góvust at leita eftir manninum, og nú siga tey, at tey eru eisini givin at leita eftir teimum báðum kvinnunum. Løgreglan metir nevniliga, at tey hava troytt allar møguleikar, tey hava fyr at finna tær.

Eingin av teimum eru afturfunnin.

– Vit vilja tó framvegis fegin frætta frá fólki, sum hava verið í sambandi við tey, sigur løgreglan.

Kvinnurnar hava asiatiska útsjond, eru 160-170 cm høgar, hava kraftigan kropsbygnað, ljósa húð og hálvsítt, svart hár.

Tær vóru í nøkulunda eins klæðum:

- Hvítari, síðari skjúrtublusu

- Svørtum gamassjubuksum

- Hvítum tennissokkum við svørtum strípum

- Svørtum gongustilvum í øklahædd

 Maðurin er 180-190 cm høgur, vanliga bygdur, hevur ljósa húð, stutt grátt hár og skegg. Hann var í svørtum, vatteraðum, jakka, myrkagráum buksum og gráum og hvítum skóm. Hann var í svørtum keppi og hevði svartan ryggsekk á bakinum - sum tó er afturfunnin í Mykinesfjørði.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47