Ongi úrslit

Trý fólk á Landssjúkrahúsið eftir harmonika-samanstoyt

Áki Bertholdsen
14 tímar síðan

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu. Ein bilur, sum kom koyrandi oman eftir landsvegnum, steðgaði á tí hann skuldi snara til vinstru oman í Gøtu.

Bilurin aftan fyri steðgaði, men ein triði bilur, sum eisini kom aftanífrá, lukkaðist ikki at steðga og rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri - sum síðani eisini varð skumpaður upp í reyvina á tí fremsta bilinum.

Løgreglan sigur, at allir tríggir bilarnir fingu skaða. Bilførararnir vóru einsamallir í bilunum og teir vórðu allir tríggir fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Bilførarin á tí aftasta bilinun, sum hevði skyldina av óhappinum skal vænta sær at hoyra aftur frá løgregluni og hann skal - minst - vænta sær eina bót og eitt klipp í koyrikortið fyri ikki at hava hildið neyðugu frástøðuna til bilin frammanfyri.   

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29