Ongi úrslit

Trupulleikarnir á Skúlaheiminum enda nú í Løgtinginum

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Trupulleikarnir, sum hava verið umrøddir í sambandi við Skúlaheimið í Marknagili, enda nú í Løgtinginum.

Tað er nývalda løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi, Bjørg Brynhildardóttir, sum reisir málið og í tí sambandi, vil hon hava Bárð á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, at svara seks ítøkiligum spurningum.

Spurningarnir eru hesir:

1. Metir landsstýrismaðurin tað vera hóskandi, at leiðslan á Glasi hækkar leiguna hjá lærlingum og lesandi á Skúlaheiminum við 1.000 krónum?

2. Metir landsstýrismaðurin tað vera skilagott, at vakmyndatól eru sett upp við nærum hvørja hurð á skúlaheiminum?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at kunning og samskifti hjá leiðsluni á Glasi mótvegis lærlingum og lesandi hevur verið nøktandi?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at lata felagnum Bústaðir ella onkrum privatum skúlaheimið, soleiðis sum leiðslan á Glasi hevur lagt upp til?

5. Um skúlaheimið verður selt, hvussu fer hetta at ávirka búfólkini á skúlaheiminum?

6. Nær og hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka í hesum málinum?

Hon vísir á, at í januar varð búfólkið á Skúlaheiminum í Marknagili kallað á fund við leiðsluna á Glasi, og har fingu teyat vita, at leiðarin á skúlaheiminum var spardur vekk, at reglugerðin skuldi herðast, so at atgongdin til felagsrúm skuldi avmarkast.

Tey fingu eisini at vita, at  tað ikki longur bar til at vera í skúlaheiminum um vikuskifti og at fleiri vakmyndatól vórðu sett upp.

– Stutt eftir fundin kundu næmingarnir lesa á heimasíðuni hjá Glasi, at leigan fyri at búgva í skúlaheiminum fór at hækka 1.000 krónur um mánaðin.

– Seinast er komið fram, at næmingarnir nú skulu liva í ivanum um, hvat yvirhøvur fer at henda við heiminum í framtíðini - um tað verður umskipað, selt øðrum ella okkurt heilt triðja.

Bjørg Brynhildardóttir sigur, at sjálvandi elvir hetta til ónøgd og ótryggleika.

– Tað er greitt, at fleiri almennir stovnar, herundir eisini Glasir, hava verið noyddir at gera sparingar seinastu árini, men tað er skjótt at fáa eina fatan av, at samskiftið og álit hevur verið vánaligt millum leiðslu og búfólk á skúlaheiminum, sigur Bjørg Brynhildardóttir.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

3 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47