Ongi úrslit

Trump sendur út fleiri hermenn

Tað er ikki greitt, nær ella hvar teir 300 hermenninir verða útsettir

© Octavio Jones/AFP
Jóhanna Højgaard
7. oktober kl. 22:35

Donald Trump, forseti, hevur nú eisini formliga givið loyvi til, at senda minst 300 hermenn hjá tjóðarverjuni til statin Illinois.

Hettar stendur í einum skrivi frá forsetanum.

Har stendur, at almen støð í statinum, eru komin undir tað hann kallar "samskipað álop frá harðligum bólkum", og at støðan ikki kann halda fram.

Hermenninir í tjóðarverjuni skulu verja millum annað, starvsfólk sum starvast hjá innflytaramyndugleikunum .

Guvernørurin í Illinois kallar tiltakið bæði óhugnaligt og óamerikanskt.

- Í morgun gav krígsdeildin hjá Trump-stjórnini mær eitt ultimatum: kalla tínar hermenn inn ella gera vit tað, segði J. B. Pritzker, leygardagin á sosialu miðlunum.

Tað er ikki greitt, nær ella hvar teir 300 hermenninir verða útsettir, men Trump forseti hevur fleiri ferðir hótt við at senda tjóðarverjuna inn í býin Chicago.

Ein dómari í Oregon forðaði sunnudagin fyri, at Trump-stjórnin somuleiðis vildi senda umleið 200 limir í tjóðarverjuni í Kalifornia til Portland, skrivar Reuters.

Trump heldur, at Washington, D.C., er eitt trygt stað nú, eftir at tjóðarverjan var sett út.

-Tað fór frá at vera ein tann hættisligasti býurin í okkara landi, til nokk ein tann tryggasti. Eingin verður skotin niður longur, er boðskapurin á hansara egna miðli, Truth Social.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Heini í Skorini virðisløn fyri bestu donsku røðu í 2025

Í gjár kl. 10:25

Fara beinanvegin at leita eftir avloysaraskipi fyri Smyril

10 tímar síðan