Ongi úrslit

Trump leggur upp til at steðga fíggjarliga stuðlinum til ST og NATO

Jonhard Hammer
15. apríl 2025 kl. 11:34

Trump-stjórnin skjýtur upp at steðga fíggingini til NATO og ST.

Tað sæst í einum avdúkaðum brævi, sum bæði tíðindastovan AP og blaðið Washington Post hava sæð. Báðir miðlarnir leggja tó dent á, at talan er um eitt tíðliga uppskot, sum er fyri broytingum.

Miðlarnir vísa eisini á, at tað er ikki vist, at harðu skerjingarnar - um tær vóru í verandi líki - fóru at verða atkvøddar ígjøgnum, skuldi uppskotið komið til atkvøðugreiðslu í amerikansku kongressini.

Uppskotið er partur av einum størri uppskoti um niðurskurð í amerikanska uttanríkisráðnum. Ráði fyri leiðslu og fíggjarætlan í Hvítu Húsunum, OMB, sum hevur eftirlit við samveldis-fíggjarlógini, stendur aftanfyri uppskotið.

Skrivstovan skjýtur upp í uppskotinum um at skerja næstan 50 prosent av fíggjarætlanini hjá amerikanska uttanríkisráðnum.

Umframt at steðga fíggjarligum stuðli til ST og Nato, fer OMB eisini at steingja eina røð av amerikanskum sendistovum uttanlands og skerja talið av diplomatiskum starvsfólkum, skrivar AP.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur eftir at hava tikið við embætinum í Hvíta húsinum, boðað frá skerjingum á nógvum økjum. Millum annað setti hansara umsiting nærum allan stuðul til menningarhjálp í bíðistøðu í januar.

Síðani fór umsitingin ígjøgnum alla skránna hjá amerikanska stovninum fyri altjóða menning, USAID. Hetta hevur ført til, at nógv tær flestu ætlanirnar eru vrakaði.

Harumframt hevur umsitingin skorið stuðulin til bæði fjølmiðlar og universitetini. Skerjingarnar í almennu skipanini í USA hava ført til, at túsundtals starvsfólk á ríkisstovnum eru uppsøgd.

Millum annað boðaði amerikanska heilsu- og almannamálaráðið seinast í mars frá, at tað fór at skerja umleið 10.000 fulltíðarstørv og lata helvtina av skrivstovunum aftur.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

20 tímar síðan

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30