Ongi úrslit

Trump bjóðaði Pizza og burgarar í Washington

Eg veit meira um illgras enn nakar, sigur hann

© Firstpost
Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at tjóðarverjan verður verandi í Washington D.C.høvuðstaðurin í USA.

Tað segði hann, sambært tíðindastovuni AFP, hósdagin, tá hann vitjaði teir 800 hermennirnir, sum hava verið útsendir til høvuðsstaðin síðani tíðligari í august.

- Vit vilja gera býin tryggan, og so verður farið víðari til onnur støð, men vit verða her eina tíð.

Vit vilja gera tað fullkomið, segði forsetin, sambært tíðindastovuni.

Fyrr á degnum segði Donald Trump, at hann fór at patruljera saman við løgregluni og hermonnum.

Tann parturin bleiv tó ikki til nakað, og forsetin helt í staðin eina stutta røðu og handaði pizzur og burgarar út til hermennirnar.

Í røðuni segði hann eisini, at hann ætlar at "viðgera" býin tá tað kemur til útsjónd.

- Eitt av tí, sum vit fara at gera nakað við, eru tykkara garðar. Eg eri góður tá tað kemur til gras, tí eg havi nógvar golfvøllir á alskyns støðum.

- Eg veit meira um illgras enn nakar, sigur hann, sambært AFP.

Sambært forsetanum var avgerðin tikin, í eini roynd at berjast ímóti brotsverkum í stórbýnum.

- Hetta er loysingardagurin í D.C., og vit fara at taka okkara høvuðsstað aftur.

Eg seti tjóðarverjuna út at endurreisa lóg, landaskipan og almennu trygdina í Washington, D.C.

- Høvuðsstaður okkara er yvirtikin av harðligum bólkum og blóðtystum brotsmonnum, segði forsetin tá, sambært Reuters.

Sambært borgarstjóranum í Washington D.C., Muriel Bowser, er tó einki, sum bendir á, at býurin hevur brúk fyri eyka trygdini.

Hon legði dent á, at býurin ikki upplivir eina øking í brotsverkum. Harumframt er støðið á harðligum brotsverkum farið niður á tað lægsta í 30 ár, sigur hon.

Tjóðarverjan í USA er vanliga undir stýrinum hjá guvernørinum í hvørjum stati, men er eisini undir stýrinum hjá stjórnini.

Hetta merkir, at hermenninir kunnu verða fyriskipaðir av forsetanum, og í høvuðsstaðnum er tað bara forsetin, sum kann senda hermenn út.

Hetta er aðru ferð í summar, at Donald Trump sendir hermenn út í ein bý, sum demokratarnir reka.

Eitt rættarmál byrjaði seinasta mánadag í San Francisco um, hvørt Trump breyti lógina, tá hann sendi tjóðarverjuna til Los Angeles í juni, uttan góðkenning frá guvernørinum í Kalifornia, Gavin Newsom.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47