Ongi úrslit

Tríggjar mánaðir í geglið fyri at smugla hassj

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Tá ið eitt flogfar lendi á flogvøllinum í Vágum fríggjadagin, tóku tollararnir í Vágum ein mann til viks. Og tað var ikki av ongum, tí tað vísti seg, at hann hevði heili 1,5 kilo av hassji í viðførinum.

Løgreglan tók mannin og setti hann í varðhaldi og í gjár varð hann so førdur fyri Føroya rætt. Maðurin, sum ikki er føroyingum, men kortini danskur ríkisborgari, játtaði seg sekan, so málið varð avgjørt beinanvegin.

Og úrslitið er, at hann fekk eina fongsulsrevsing upp á tríggjar mánaðir.

Maður er síðani leyslatin aftur og hann fer av landinum til Danmarka seinni í dag. Sostatt verður hann boðsendur at sita í einum donskum fongsli einaferð seinni.

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19