Ongi úrslit

Tríggir koyrdu ov skjótt - og ein hevði ikki fingið sær føroyskt koyrikort

Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Seinatu tíðina hevur ferðsludeildin hjá løgregluni verið úti um seg og aftur í gjár vóru tey og kannaðu um nakar koyrdu ov skjótt.

Hesaferð vóru tey í Kollafjørði, á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80. Har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 106, so umframt bótina, fær hann eisini eitt klipp í koyrikorti.

Men so vóru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra næstan 120, og tann eini av teimum missur koyrikortið treytað.

Sostatt má hann taka koyrikortið umaftur í næstu framtíð, annars verður tað tikið ordiliga.

Av røttum skuld hin bilførarin eisini havt mist koyrikortið treytað - men hann hevði bara einki koyrikort at missa.

Talan var nevniliga um ein útlending úr einum rættiliga fremmandum landi, sum hevur verið í Føroyum í rættiliga langa tíð.

Hann hevði koyrikort úr heimlandinum, men tað er ikki góðkent í Føroyum, og hann hevði ongantíð fingið sær føroyskt koyrikort.

Summi útlendsk koyrikort eru góðkend í Føroyum, men hjá summum útlendingum er bara neyðugt at fara á Akstovuna og skifta koyrikortið um, men hjá øðrum er neyðugt at taka koyrikortið umaftur.

Hesin var úr einum landi, har hann skal taka koyrikortið umaftur í Føroyum fyri at kunna koyra her - men tað hevði hesin ikki gjørt.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

19 tímar síðan

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55