Ongi úrslit

Tríggir handlar undir sama taki í Öström

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
30. oktober kl. 12:20

Hósdagin 30. oktober klokkan 10.00 verður opið fyri almenninginum, tá ið tríggir handlar lata upp saman undir sama taki í Öström í Havn. Tað eru Sirri, Østrøm og Sport 24 Outdoor, ið nú flyta saman í somu høli.

Við hesum fáa føroyingar og ferðafólk eitt nýtt felags stað, har ið føroyskt snið, list og útgerð til útilívið verða savnað. 

Öström-hølini, sum áður hava hýst føroyskum sniðgevum og listafólkum, halda fram við somu kós, men fáa nú fleiri samstarvspartar.

Útirok, sum í hesum sambandi skiftir navn til Sport 24 Outdoor, verður eisini partur av nýggja samstarvinum. Har verða vørur ætlaðar føroyingum, sum dáma væl at vera úti í náttúruni.

Sirri flytur eisini inn í Öström og fer framvegis at hava fokus á føroyskt handverk og snið. Handilin arbeiðir tætt saman við spinnarínum í Skopun, har ið føroysk ull verður spunnin, og henda framleiðsla verður nú eisini sjónligur partur av nýggja handilshølinum.

Bygningurin Öström hevur áður verið lýstur sum eitt serligt savningarstað fyri føroyska mentan og skapandi vinnu. Við nýggju samstarvspartunum verður ætlanin at varðveita henda dám, men samstundis skapa ein nýggjan miðdepil fyri handverk, list og útivist.


Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

23 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

4 tímar síðan