Fýra dystir í Meistaradeildini eru í kvøld. Tann fimti var í gjárkvøldið, tá ið B68 vann 3-1 á heimavølli móti HB.
NSÍ er eftir fimm umfør topplið í Meistaradeildini. Í kvøld fær NSÍ vitjan av EB/Streymi. Hesi bæði liðini hittust síðsta mikukvøld í kappingini um løgmanssteypið. Tað var við Margáir, og tá vann NSÍ 7-1. Longu tá ið tveir minuttir vóru farnir, var støðan 2-0.
KÍ spælir í kvøld á Argjum. AB hevur níggju stig, men seinastu vikuna hevur tað ikki gingið so væl hjá argjamonnum, sum tvær ferðir hava tapt í Sarpugerði móti Víkingi – 4-0 í landskappingini og 5-1 í steypakappingini.
KÍ hevur vunnið tríggjar ferðir og spælt tvær ferðir javnt í landskappingini, og í steypakappingini vann KÍ mikukvøldið 6-1 á heimavølli móti B68.
Víkingur spælir í kvøld á Skála. Skála vann fyrsta stigið, tá ið tað í Gundadali móti B36 endaði 0-0. Víkingur hevur við tveimum trivaligum heimasigrum móti AB – 4-0 í landskappingini og 5-1 í steypakappingini av álvara fingið glið á. Í steypakappingini tapti Skála 1-0 í Sørvági.
Í kvøld fær 07 Vestur í Sørvági vitjan av B36. Í steypakappingini vann B36 3-0 á útivølli móti FC Suðuroy. Í landskappingini er tað hjá B36 tvær tær seinastu ferðirnar endaði javnt – 2-2 móti HB og 0-0 móti Skála.
07 Vestur hevur higartil vunnið trý stig. Stigini vórðu vunnin í 1-0 móti Skála. Síðsti landskappingardysturin endaði við 2-0 tapi í Runavík.
Klokkan 18.30 í kvøld
NSÍ – EB/Streymur: Árni Brandsson Petersen
Skála – Víkingur: Eiler Rasmussen
07 Vestur – B36: Bjarki Danielsen
AB – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen