Ongi úrslit

Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið - og ein er skuldsettur

Áki Bertholdsen
12. desember 2025 kl. 07:49

Í gjár var løgreglan á ferð ymsastaðni og kannaði ferðsluna. Úrslitið av tí varð, at tríggir bilførarar fingu bæði bót og klipp í koyrikortið.

Ein bilførari fekk bót fyri at yvirhála við Kollafjarðartunnilin, hóast har eru hindrunarstrikur, sum bilførarar ikki hava loyvi at fara yvirum.

Løgreglan sigur, at tað er serliga við tunnilsmunnar, at bilførarar hava lyndi til at yvirhála, hóast teir noyðast yvir um hindrunarstrikuna.

Á Velbastaðvegnum, á einum strekki ímillum Norðasta Horn og býin, er hámarksferðin niðursett til 60.

Men tað virða bilførarar ikki altíð - og tað gjørdu teir heldur ikki í gjár.

Løgreglan sigur, at har fingu tveir bilførarar bót, og klipp í koyrikortið, fyri at koyra 77 á hesum strekkinum.

Í nátt steðgaði løgreglan einum bili á Skálafjørðinum og tá fingu tey illgruna um, at bilførarin varð ávirkaður av rúsevnum. Tað varð hann skuldettur fyri og síðani varð blóðroynd tikin av honum.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41