Hetta hevur verið eitt stak róligt vikuskifti hjá løgregluni.
Ólavsøkan seinasta vikuskiftið varð drúgv og løgreglan heldur, at tað hevur havt sína ávirkan at fólk orka ikki aftur í býin longu nú.
Fríggjakvøldið var einki fólk í býnum. Tað var nakað av fólki í býnum í nátt, men tað var deydligt og tá ið skeinkistøðini stongdu, fóru tey flestu bara til hús aftur.
Men kortini vóru boð eftir løgregluni tríggjar ferðir í gjár eftir bilførarum, sum ikki hildu seg til reglurnar, og teir fingu allir tríggir klipp í koyrikortið, umframt at teir fingu bót.
Í Søldafjørði koyrdi ein bilførari vinstrumegin eina vegoyggj og har varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra 71.
Og í Havn varð ein bilførari tikin fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.