Í gjár varð løgreglan úti við ferðmátaranum, og í tí sambandi vórðu fýra bilførarar tiknir. Ein av teimum varð revsaður fyri at koyra yvir um eina hindrunarstriku undir eini yvirháling.
Harafturat fingu tríggir bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt á strekkjum, har tað er loyvt at koyra 80.
Tveir av teimum koyrdu ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman. Harumframt fekk førarin á einum lastbili klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Lastbilar hava loyvi at koyra 70, men hesin koyrdi 89 kilometrar um tíman, og tað kostar honum bæði eina bót og eitt klipp í koyrikortið.