Fyrr í ár var ein av fótbóltssøgunum, at toppskjúttin í føroyskum fótbólti nú fór at skifta felag.
Tað varð sagt, at Heidi Sevdal nú fór at skifta NSÍ út við meistaraliðið í Klaksvík.
Í dag hevur landsliðsvenjarin Pætur Smith Clementsen boðað frá, hvørjar 20 spælarar hann hevur sent boð eftir at vera við í landsdystunum móti Kýpros og Grikkalandi fyrst í mars mánaði.
Fyrri dysturin verður venjingardystur 2. mars móti Kýpros á Ethnikos Achnas stadium , og tann seinni verður HM undankappingardytur móti Grikkalandi. Hann verður 7. mars á Theodoros Vardinogiannis stardum.
Nýggj í hópinum er Súsanna Laksáfoss Godtfred úr HB. Sjey spælarar eru úr KÍ, seks spælarar eru úr HB, tríggir spælarar eru úr Víkingi, og tríggir spælarar umboða útlendsk feløg.
Og so er tað Heidi Sevdal úr NSÍ. Fyrr í vetur varð tað sagt, at hon nú fer at spæla við KÍ. Tað er nú broytt. Heidi fer ikki til Klaksvíkar, og í yvirlitinum sæst, at hon framvegis umboðar NSÍ.
Í sjónbandinum niðanfyri er stutt samrøða við Súsonnu Laksáfoss Godtfred og roynda landsliðsleikaran Saru S. Shaki.
https://www.fsf.fo/hopurin-moti-kypros-og-grikkalandi-uttikin/
Hesar hava fingið landsliðsboð:
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Gunnvá Lützen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Shaki, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Heidi Sevdal, NSÍ
Anna Caroline Brændstrup, Gil Vicente (Portugal)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Fridrikka Maria Clementsen, ÍBV (Ísland)