![](https://dimma.ams3.cdn.digitaloceanspaces.com/images/2021.04.19/image/Mourinho 1 EPA EFE.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Tottenham í seinastuni, og nú hevur felagið gjørt av at koyra “The Special One” til hús.
Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari.
Uppsøgnin hendir í vikuni upp til týdningarmesta dystin hetta kappingarárið, tá Tottenham og Manchester City hittast í Liga Cup-finaluni.
Mourinho tók yvir í november 2019, eftir at táverandi venjarin, Mauricio Pochettino, fekk durafjórðingin, men tað hevur verið so sum so við úrslitunum hjá portugisanum, sum ongantíð ordiliga fekk sett sítt merki á liðið.
Í løtuni er Tottenham á einum sjeynda plássi í Premier League.
Sambært enskum miðlum verður tað Ryan Mason, ið hevur eina fortíð sum spælari í felagnum, og Chris Powell, ið koma at taka sær av liðnum restina av hesum kappingarárinum.