Ongi úrslit

Tórshavnar býráð legði trýst á landsstýrismannin - og hann gav eftir

Longu áðrenn lógin er komin í gildi, hevur landsstýrið saboterað lógina um barnatalið í flokkunum í fólkaskúlanum

Skúlin á Argjahamri er ein av skúlunum, sum hevur plásstrupulleikar
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 11:16

Løgtingið hevur samtykt, frá skúlaárinum at frá næsta skúlaárið skulu tað, í mesta lagi, vera 22 børn í hvørjum 1. flokki.

Síðan verður hetta galdandi fyri allar flokkar - so við og við.

Men longu nú, áðrenn lógin er komin í gildi, hevur Tórshavnar kommuna fingið undantak, so at 24 børn kunnu ganga í 1. flokkunum í kommununi hesi næstu tvey skúlaárini.

Orsøkin er, at foreldur hava kært sína neyð fyri Tórshavnar býráði, tí í ávísum førum er ikki pláss í skúlunum til at øll børn, sum hava gingið í sama forskúla, sleppa at halda fram í sama skúla, saman við vinunum í grannalagnum.

Og tað er fallið Jacobi Eli S. Olsen, formanni í Føroya Lærarafelag, fyri bróstið.

Hann sigur, at orsøkin til trupulleikan eru »óhepnar politiskar raðfestingar í kommununi«, sum hann orðar seg í Skúlablaðnum.

Hann sigur, at sum gongdin hevur verið, var tað væntandi, at hesir trupulleikar fóru at stinga seg upp - og nú gongur sjón fyri søgn.

Men hann sigur, at tað er ikki loysnin bara at koyra fleiri børn í hvønn flokk, tí at kommunan er komin sær í trupulleikar.

Formaðurin í Lærarafelagnum sigur í Skúlablaðnum, at tað sær út sum um at Tórshavnar býráð bara hevur trýst á fyri at fáa fleiri børn í hvønn flokkin, tí skúlarnir á Argjum og á Fløtum eru ov smáir.

Og so hevur landsstýrismaðurin givið kommununi undantak, so at allir flokkar í Tórshavnar kommunu kunnu hava upp til 24 næmingar í 1. flokki bæði næsta skúlaár, og aftur í 2026.

Men tað kann ikki vera loysnin, at lærarin nú skal hava ábyrgdina at fleiri børnum, tí  ætlanin við at lækka floksstøddina var nettupp, at lærarin skuldi hava betri tíð til einstaka næmingin, sigur Jacob Eli S. Olsen í Skúlablaðnum.

– Eg undrist á raðfestingarnar hjá kommununi, og loysnina at koyra fleiri børn í hvønn flokk, leggur hann afturat.

– Tað undrar eisini, at landsstýrismaðurin gevur kommununi heimild til at fara upp um 22 næmingar, áðrenn lógin kemur í gildi, leggur hann afturat.

Hann spyr hvussu verður næstu ferð ein kommuna ikki hevur pláss í skúlanum? Verður so bara heimild givin til at koyra floksstøddina enn longri upp, spyr hann.

– Tá løgtingið, einmælt, samtykti, at barnatalið í hvørjum flokki ikki skuldi fara upp um 22,  eiga vit at halda okkum til tað, sigur formaðurin.

– At ein kommuna ikki hevur bygt skúlan út til tørvin, er ikki haldgóð grund til, at landsstýrismaðurin bara gevur kommununi heimild til at fylla fleiri næmingar í hvønn flokkin, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

– Tá tað var so lætt at víkja frá lógini hesa ferð, hvat verður so tað næsta, spyr hann.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00