- Í útgangspunkti fái eg nú møguleika at vera við í øllum teimum stóru súkklukappingunum. So sjálvandi er dreymurin at sleppa við til onkra av kappingunum, sum man plagdi at hyggja at í sjónvarpinum sum ungur.
Føroyski súkklarin Torkil Nielsen, sum hetta kappingarárið hevur súkklað við liðnum, sum fyrst æt Team Virtu Cycling og seinni skifti navn til Team Waoo, hevur nú skrivað undir sáttmála við eitt annað danskt súkklulið, Riwal-CeramicSpeed.
Liðið kundi í dag boða frá, at liðið hevur gjørt sáttmála við fýra súkklarar. Teir eru Torkil Weihe, Rasmus Quaade frá felagnum BHS-Almeborg Bornholm, og tveir súkklarar frá liðnum ColoQuick, sum Torkil súkklaði fyri í 2017, Rasmus Bøgh Wallin og Emil Vinjebo.
- Tað hevur tikið tíð at finna útav, hvat Bjarne Riis og fólkini handan Team Waoo ætlaðu við liðnum komandi ár. Um teir fóru at søkja um at gerast eitt pro-kontinental lið ella ikki. Tá Riwal so ringdi til mín og bjóðaðu mær eina kontrakt, og samstundis upplýstu, at tey vóru uppstigað til pro-kontinental, so tók eg av.
Soleiðis greiðir Torkil Weihe frá í telefonini í morgun.
Tað, at hann nú súkklar við einum pro-kontinentalliðið heldur enn einum kontinentalliði merkir, at hann nú á pappírinum gerst 100 prosent professionellur súkklari.
- Við Team VirtuCycling virkaðu vit sum professionellir, men vóru tað ikki sambært sáttmálanum. Nú verða treytir settar í sáttmálan um minstuløn og onnur viðurskifti, greiðir Torkil frá, sum tó ikki vil koma nærri inn á, um hann nú eisini fær nógv meira í løn.
Chris Anker: Torkil er brøl-sterkur
Riwal-CeramicSpeed-liðið hevur verið eitt tað mest eyðsýnda av teimum donsku liðunum í kappingunum, sum hava verið súkklaðar í seinastuni. Torkil og hansara liðfelagar kláraðu seg væl í vár, men eftir at liðstjórin, Michael Skelde, gjørdist ósamdur við eigararnar og fór, so hava úrslitini ikki verið tey somu.
- Skelde byrjar nú hjá Riwal, og tað hevur eisini havt ávirkan á mína avgerð um at skifta lið, tí mær dámdi væl at súkkla undir hansara vegleiðing, sigur Torkil Veyhe.
Nýggi sáttmálin við Riwal-CeramicSpeed er galdandi í eitt ár frá 1. januar at rokna. Júst hvat Torkil skal brúkast til á liðnum, hevur hann ikki fingið greiðu á enn.
Men við TV2/Sport sigur kendi viðmerkjarin og súkklarin Chris Anker Sørensen, ið júst er støðgaður sum aktivur á Riwal-liðnum, og er vorðin ein av eigarunum og partur av leiðsluni, at Torkil kemur til liðið vegna hansara styrki:
- Torkil Veyhe er ein brøl-sterkur súkklari, ið veruliga kann arbeiða fyri liðið.
Kunnu bjóða teimum allarbestu av
Pro-kontinental liðini er onnur deild innan professionella súkkling. Tey hava atgongd til alla kappingarnar, men ikki automatiskt til tær størstu, men tey kunnu vera boðin við einum sokallaðum ’wild-card’.
- So í prinsippinum havi eg nú møguleika fyri at koma við til Tour de France. Mín dreymur er at sleppa at súkkla við í onkrari kapping saman við world tour liðunum, kanska onkra kapping í sokallaðu Ardennara-klassikarunum, sigur Torkil Veyhe. Ardennara-klassikararnir eru tær tríggjar kappingarnar, sum verða hildnar miðskeiðis í apríl mánaði: Amstel Gold Race, La Flèche Wallone og Liège-Bastogne-Liège.
Spurdur um hann hevur tryggja sær frí til at vera við til Oyggjaleikirnar í Gibraltar komandi summar svarar Torkil Veyhe:
- Ikki enn, men mann tað ikki fara at ganga? Tað veldst sjálvandi um, hvørt eg skal súkkla við í Tour de France ella ikki...