Ongi úrslit

Tórður var bestur í september

Tað bleiv veteranurin í B68 málinum, Tórður Thomsen, ið fekk heiðurin sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í september mánað

FSF/Hans Erik Danielsen
20. oktober 2024 kl. 23:39

Fyri fyrstu ferð, síðani farið var undir at velja besta spælara í hvørjum mánað, fer heiðurin til ein málverja.

Besti spælari í Betrideildini hjá monnum í september mánað er veteranurin í B68 málinum, Tórður Thomsen.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið velja, og tá talt var saman fyri september, hevði B68 málverjin fingið flestar atkvøður.

Aðrir, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Boubacar Dabo hjá EB/Streymi, og Árni Frederiksberg og Páll Klettskarð úr KÍ.

– Hetta er ein heiður, sum eg eri ótrúliga stoltur av og glaður fyri. Men um eg kundi býtt heiðurin um við fleiri stig á stigatalvuna, so hevði eg gjørt tað, sigur Tórður Thomsen við heimasíðuna hjá FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00