Ein útskifting er framd í A-landsliðshópinum, sum skal til EM-endaspælið í januar. Tórður Skorheim Guttesen er kallaður inn fyri Aleksandar Lacok, sum hevur fingið ein skaða at dragast við.
Aleksandar var óheppin í seinasta dystinum fyri felag sítt TSV St. Otmar Handball St. Gallen og hevur fingið ein snudd í annað knæið, sum hann er skurðviðgjørdur fyri. Landsliðsvenjararnir hava kallað Tórð Skorheim Guttesen úr Kyndli inn í hansara stað.