Ongi úrslit

Tórbjørn hevur nógv at spyrja um

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu hevur í dag sent seks síður langt bræv til løgmann og løgmálaráðið sum verður biðið at svara nógvum spurningum í sambandi við avgerðina um umval til Runavíkar býráð

Jonhard Hammer
10 tímar síðan

Fríggjadagin boðaði løgmálaráðið frá, at tað týsdagin 13. januar verður umval til býráðið í Runavíkar kommunu. Orsøkina segði ráðið vera ivan, ið er orsakað av atkvøðuni, sum í fínteljingini ikki varð góðtikin, og sum bar við sær, at lutur varð kastaður millum Jonhard Danielsen og Jóhan Vest, sum vann lutakastið, og sum síðani á nýggjárinum hevur verið býráðslimur saman við hinum 10, sum vórðu vald.

Brævið frá Tórbjørni Jacobsen er soljóðandi:

Løgmálaráðið,                                 Saltangará, 23. november 2025

Gongin 7,

[email protected],

FO-100 Tórshavn.

Viðvíkjandi tykkara J.nr. 25/31030-4 – kæra um kommunuvalið 2024 í Runavíkar Kommunu.

 Løgmálaráðið hevur í skrivi dagfest hin 21. november 2025 boðað frá, at ráðið við heimild í § 24 stk. 4 og § 25 í kommunuvallógini hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið, ið var hildið hin 12. november 2024 í Runavíkar Kommunu.

Umval verður - samsvarandi hesari fráboðan - til Runavíkar Býráð týsdagin hin 13. januar 2026.

Í skrivinum verður sagt, at løgreglan hevur boðað frá – hin 10. september 2025 - at hon hevur skuldsett ein persón fyri valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði í samband við kommunuvalið 2024. Persónurin er skuldsettur fyri brot á § 116 í revsilógini, t.v.s. valsvik.

Hin 21. november 2025, t.v.s. sama dag sum henda fráboðan er send Runavíkar Kommunu, hevur ákæruvaldið boðað frá, at ákæra um valsvik er reist í málinum.

Við støði í hesum upplýsingum hevur Løgmálaráðið so valt at ógilda kommunuvalið, sum var hildið hin 12. november 2024 í Runavíkar Kommunu.

Sagt verður i skrivinum, at orsøkin til, at Løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í 2024, í Runavíkar Kommunu, og at lýsa umval, er, at við  ákæruni, sum nú er reist um valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði í samband við kommunuvalið í Runavíkar Kommunu 2024, er stórur ivi reistur um hvørt endaliga úrslitið av kommunuvalinum í 2024 í Runavíkar Kommunu er rætt. Ongin er dømdur – harvið er ongin sekur, men burturúr tí, at málið í regi hjá ákæruvaldinum, flytur seg frá skuldseting til ákæru, kemur so stórur ivi inn í málið, at sitandi býráð verður sett frá valdinum av landsstýrismanninum í lógarmálum. Av útinnandi valdinum. Valið, har ið hesi vórðu vald, er ógildað.

Ført verður í hesum sambandi fram, at málið bæði snýr seg um rættartrygdina hjá tí, sum átti ógildaðu atkvøðuna, men eisini generelt um álitið hjá borgarunum á fólkaræðisligu skipanina – at val fara fram uttan svik, og at kærur verða tiknar í álvara. Hetta atlit eigur at verða sett framum atlitið til, at teir býráðslimir, sum vóru valdir í Runavíkar Býráð í november 2024, kunnu verða i vanda fyri at missa sín sess í býráðnum í samband við umval.

Síðan verður nevnt, at tað í hesum sambandi skal havast í huga, at frá tí at ákæra er reist og til endaligur dómur er fallin í málinum, kann ganga drúgv tíð, og at tað tá verður ov seint at lýsa eitt møguligt umval.

At enda verður sagt, at Løgmálaráðið metir, at nú Føroya politi hevur reist ákæru um valsvik í Oyndarfirði, í sambandi við kommunuvalið 2024 í Runavíkar Kommunu, er so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í  Runavíkar Býráð er røtt, at rættast er at lýsa umval í Runavíkar Kommunu, soleiðis, at spurnartekn ikki kann setast við rættargildið hjá Runavíkar Býráð.

Undirritaði  hevur hesar viðmerkingar til nevndu avgerð, og tær grundgevingar, ið førdar verða fram sum grundarlag fyri avgerðini um at lýsa umval í Runavíkar Kommunu hin 13. januar 2026:

Í fyrsta lagi kann tað tykjast sera løgið, at Løgmálaráðið sama dag, sum avgerðin um at reisa ákæru ímóti viðkomandi persóni um valsvik, tekur eina so harðtøkna – drastiska – avgerð í málinum, sum at ógilda eitt kommunuval, og krevja umval í allari kommununi orsaka av tí, at ávíst ivamál er reist um eina einstaka atkvøðu á einum lítlum valstaði. Í hesum førinum í Oyndarfirði.

Tað tykist sum um, at Løgmálaráðið ikki hevur givið sær stundir til at lýsa málið nærri, men ístaðin, í eini ógviliga – fyri ikki at siga óvanliga - knappari vending, hevur valt í blindum at elta Føroya Politi, og at ógilda valið, og lýsa umval á einum lítið ítøkiligum og óvissum grundarlag.

Í øðrum lagi snýr tað seg um rættartrygdina og álitið hjá borgarunum á fólkaræðisligu skipanina, - sum nevnt omanfyri.

Hetta snýr seg nevniliga ikki bert um rættartrygdina hjá tí einstaklingi, sum átti ógildaðu atkvøðuna, men so sanniliga eisini um rættartrygdina hjá øllum teimum limum, ið vóru valdir í Runavíkar Býráð hin 12. november 2024 við virknaði frá ársskiftinum 2024/25.

Teir eru í prinsippinum lógliga valdir, og hava sitið í býráðnum í dastið av einum ári.

Spurningurin er tí, um haldgott grundarlag er fyri eini avgerð, har teirra fólkaræðisliga mandat soleiðis uttan víðari verður gjørt til einkis einans av einum sokallaðan iva, sum hevur tikið seg upp um eina einstaka atkvøðu í Oyndarfirði.

Talingur er nevniliga framhaldandi bert um ein illgruna um alt er farið rætt fram, og als ikki um nakra staðfesting av, um nakað veruligt svik er framt í sambandi við valið í Oyndarfirði.

Tann veruleiki, at Føroya Landfúti nú hevur avgjørt at flyta eina skuldseting um valsvik til eina ákæru um valsvik, gevur framvegis ikki nakra størri vissu fyri, at persónurin er sekur. Hann er ósekur hagartil hann er dømdur sekur. Av dómsvaldinum og ikki av Løgmálaráðnum.

Einaferð enn: Í okkara rættarsamfelag er ein persónur prinsippielt ósekur líka til hann er dømdur. Hetta er tað vit vanliga rópa rættartrygd um okkara leiðir.

Tað, sum veruliga kann undirgrava álitið á okkara fólkaræðisligu skipan, og seta rættartrygdina í vanda, er, táið myndugleikarnir fara at gera seg inn á hesi grundleggjandi prinsippir.

Hetta er eitt beinleiðis álop á demokratiið.

Í hesum føri er talan um, at Løgmálaráiði handlar, sum um at hin ákærdi er sekur uppá forhond, sjálvt um hann ikki er dømdur.

Umval verður tískil útskrivað einans uppá ein illgruna, og onki annað.

Hetta er undir ongum umstøðum haldbart í einum rættarsamfelag, sum bara hevur eina toluliga virðing fyri sær sjálvum - har rættartrygdin hjá tí einstaka – herundir valdu limunum í Runavíkar Býráð - skal eitast at verða sett í hásæti.

Tað má vera heilt grundleggjandi, at svik veruliga er staðfest, og ikki bert, - at Føroya Landfúti hevur ein illgruna – fyri at eitt so álvarsamt stig, sum at lýsa til umval í eini kommunu, á nakran hátt kann rættvísgerast.

Tað fyriheldur seg nevniliga soleiðis, at Føroya Landfúti í rættiliga mongum førum hevur reist ákæru móti borgarum, um ymisk revsiverd viðurskifti, uttan at hetta hevur havt við sær, at viðkomandi er dømdur.

Tí spyrja vit Løgmálaráðið: Hvørja støðu hevur ráðið til spurningin, um tað eftir landsstýrisins ásetta umvali gerst veruleiki, at viðkomandi undir illgruna verður frídømdur í Føroya Rætti?

Er tá landsstýrisins ásetta umval ógildugt, tá tað tá heilt greitt er farið fram undir skeivum fyritreytum, - og hevur hetta so eisini tað við sær, - at gamla kommunustýrið, valt hin 12. november 2024, tekur við aftur valdinum, táið fyrra valið samsvarandi dómsvaldinum er lógligt og fullgildugt ?

Ein annar spurningur er um mannagongdin kann vera hin sama, sum við fyrra valið sambært § 25 í kommunulógini?

T.v.s., at kommunuvalið verður hildið við støði í somu valevnislistum, sum vóru latnir inn til kommunuvalið hin 12. november 2024.

Í § 25 í kommunuvallógini stendur bert, at við umval kunnu bert teir persónar velja, sum valrætt høvdu tann dagin, sum ógilt lýsta valið fór fram. Við umval er mannagongdin annars hin sama, sum við fyrra valið.

Hetta merkir við øðrum orðum, at bert tey sum høvdu valrætt – undantikin tey deyðu sjálvsagt - hava møguleika fyri velja til hetta mikið umrødda val. Nógvar flytingar av borgarum eru til og frá kommunum í okkara tíð, skal tað skiljast soleiðis, at tey sum búðu í Runavíkar kommunu hin 12. november 2024 kunnu velja á umvalinum hin 13. januar 2026, hóast tey nú búgva í aðrari kommunu í landinum - ella kanska eru flutt av landinum?

Tá nevnt verður, at mannagongdin er hin sama, verður gingið út frá, at generellu reglurnar eru tær somu, sum til undanfarna val.

Táið sagt verður, at umvalið verður hildið við støði í somu valevnislistum, so er hetta ikki tað sama sum, at mannagongdin er hin sama, sum hon plagar at vera.

Tað er nevniliga prinsippielt sjálvboðið, um eitt valevni stillar upp til eitt kommunuval, og ikki nakað, sum Løgmálaráðið kann áleggja viðkomandi at gera.

Hesar demokratisku grundreglur mega eisini vera galdandi til eitt umval.

Avleiðingin av hesum má verða hon, at stillað verður upp á sama hátt, sum til eitt hvørt val – við somu mannagongdum - har borgararnir í kommununi bjóða seg fram og í felag gera valevnislistar v.m.

Nevnast kann eisini, at her er vantandi proportionalitetur ímillum møguligt brot og avleiðingar, tá talan í hesum føri er um, at ávíst ivamál, sum er reist um eina einstaka atkvøðu í Oyndarfirði, nú knappliga hevur tað við sær, at fleiri túsund borgarar í kommununi, sum annars hava gjørt sína skyldu og atkvøtt á fult lógligan hátt á undanfarna vali, nú verða tvingsilsinnlagdir til at atkvøða umaftur. 

Spurningurin er tí, um eitt umval ikki kann avmarkast til valstaðið har ið ivin er sáddur um valúrslitið, soleiðis, at hetta umval ikki verður víðkað til onnur valstøð, har ið valið undir øllum umstøðum var fullgildugt?

Sum framhald av áður nevndu spurningum, skal somuleiðis verða biðið um, at niðanfyri nevndu  spurningar eisini verða svaraðir, umframt at givið verður innlit í málið!

 · Um hin ákærdi verður frídømdur í rættarskipanini, hvør er so fólkaræðisliga støðan, ella hvar liggur tá demokratiski legitimiteturin í avgerðarmálum: Hjá býráðnum, ið var valt hin 12. november 2024, ella hjá býráðnum ið verður valt hin 13. januar 2026?

· Løgmálaráðið ógildar við skrivinum kommunuvalið í Runavíkar kommunu hin 12. november 2024, men sigur í sama andadrátti, at býráðið, sum varð valt tann dagin, hevur treytaleysan rætt til at gera av øll gerðamál, m.a. at seta í verk fíggjarætlan fyri millum 3 og 4 hundrað millónir krónur galdandi fyri fíggarárið 2026, hetta tykist rættiliga mótstríðandi, táið hetta sama býráð situr av órøttum sambært Løgmálaráðnum? 

· Ein kommuna fyriskipar og borgar fyri øll val sum regluliga vera hildn í einari kommunu - tað veri seg kommunuval, løgtingsval ella fólkatingsval. Í hesum førinum er tað Løgmálaráðið sum ásetir eitt óregluligt val, í tí førinum er spurningurin, um Løgmálaráðið fyriskipar valið og borgar fyri útreiðslurnar av hesum?

Kommunuvalið, ið var hildið hin 12. november 2024, kostaði Runavíkar kommunu kr. 295.513,27. Býráðið hevur ikki givið kommununi heimild til at brúka upphæddir í hesari støddini til eitt kommunuval í 2026, tí ganga vit bara út frá, at Løgmálaráðið bæði fyriskipar hin praktiska partin av valinum og hartil, at tað alternativa ráð, sum svølgir leivdirnar av Løgmálaráðnum um eina viku, tekur sær av at fáa hetta alt at ganga rætt fyri seg, ella sum beinast man vera, umstoytir hesa óskiljandi avgerð.

· Kunnu Løgmálaráðið ella løgmaður vísa á fordømi um mál av sama slagi í okkara løgfrøðiligu skipan? Ella í londum, sum vit vanliga sammeta okkum við?

· Vísandi til, at undirritaði er ein av teimum 11, ið vórðu vald í Runavíkar býráð á kommunuvalinm hin 12. november 2024, og sum kann missa sín sess vegna fráboðaða umvalið, ið landsstyrismaðurin í lógar- og kommunumálum gav boð um fríggjadagin, so eigi eg at verða roknaður sum partur í málinum. Tí fari eg at biðja um partsinnlit sambært reglunum í fyrisitingarlógini í øll skjøl, samskifti og telefonnotatir sum finnast í málinum yvirhøvur. T.v.s., at eg m.a. skal hava innlit í alt samskifti – á øllum stigum – sum Løgmálaráðið og landsstýrismaðurin í ráðnum hava havt við:

Føroya Politi.

Kommunufelagið.

Runavíkar kommunu.

Møguligar uttanhýsis ráðgevar.

Aðrar viðkomandi partar enn teir, ið eru nevndir omanfyri.

Kravt verður, at hetta innlit verður latið mær skundisliga, táið margháttliga avgerðin hjá fráfarandi landsstýrismanninum leggur upp til, at alt í hesum málinum nú hevur bráðskund. 

· Kunnu løgmansskrivstovan og løgmaður skjalvátta hvønn leiklut hesi hava havt í prosessini fram til at umval verður fráboðað?

· Er løgmaður, ið hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum, samdur í niðurstøðuni hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, og um so er, fær løgmaður grundgivið løgfrøðiliga fyri tí niðurstøðuni.

· Fær løgmaður greitt okkum frá – í demokratiskum og juridiskum ljósi – hví hesin ivin frá skuldseting til ákæru útloysir ta støðuna, at eitt demokratiskt val verður ógildað? Her er ongin dømdur, og hví tekur eitt ráð undir løgmanni eina avgerð, sum tilkemur dømandi valdinum at taka?

· Hevur málið um umval til býráð í Runavíkar kommunu verið til viðgerðar sum mál á landsstýrisfundi, - ella er tað yvirhøvur umrøtt á landsstýrisfundi?

· Nær ætlar landsstýrismaðurin í lógarmálum/alternativt løgmaður at kunngerða at val verður?

· Í grein á Vágaportalinum um dagarnar skrivar Eivind Jacobsen, sum ikki er búsitandi í Runavíkar kommunu og ongantíð hevur verið tað, at: ”Og eg kann skoyta uppí, uttan at fara í smálutir, at tað var undirritaði, sum meldaði valið í Oyndarfirði.” Hetta kann geva ábendingar um, at Færøernes politi, Løgmálaráðið og fólk sum onki hava við Runavíkar kommunu at gera yvirhøvur, hava tikið seg saman í eini roynd at umstoyta eitt demokratiskt val í kommununi, bert tí ein ósekur persónur (tað er hann vónandi áðrenn rættarskipanin hevur felt dóm um nakað annað í málinum), er fluttur frá at vera skuldsettur til at vera ákærdur? 

· Í brævinum frá Løgmálaráðnum verður staðfest, at bert tey sum høvdu valrætt til kommunuvalið í Runavíkar kommunu hin 12. november 2024 hava valrætt á umvalinum, sum nú er ásett at vera hin 13. januar 2026. Tey deyðu sum høvdu valrætt á regluliga valinum fáast neyvan til lívs aftur, men hvussu er við teimum, sum eru flutt úr kommununi síðan 12. november 2024, annaðhvørt í aðra kommunu ella uttanlands, skulu tey eisini velja á valinum hin 13. januar 2026, hóast tey búgva og eru skrásett í aðrari kommunu? 

· Hvat er tíðarmálið í valskeiði hjá tí býráði, sum ætlandi skal veljast hin 13. januar 2026? Snýr tað seg um eitt vanligt valskeið á 4 ár, ella verður val aftur í Runavíkar kommunu í november 2028? 

· Hava landsstýri/løgting sett pening av til tess at fíggja umvalið hin 13. januar 2026? 

· Um umvalið gerst veruleiki hin 13. januar 2026, hvussu drúgva tíð hevur tað tá nývalda býráðið til at skipa seg í. Tað vanliga er 6-7 vikur, verður tað sama galdandi í hesum førinum, soleiðis, at nýggja býráðið skal hava skipað seg áðrenn 1. mars 2026 t.d., meðan vit sum nú sita, framhaldandi eiga sessirnar við øllum rætti og fullum heimildum?

Landsstýrið hevur við óvanliga lítlum umhugsni sett Runavíkar kommunu í eina óvanliga trupla støðu. Tí ynskja vit, at landsstýrismaðurin í lógarmálum og løgmaður svara so skjótt sum tað yvirhøvur er gjørligt.

Vit ynskja eisini at løgmaður kallar okkum á fund um málið so skundisliga sum yvirhøvur gjørligt.

 vinarliga

Tórbjørn Jacobsen,

borgarstjóri,

Runavíkar kommuna

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53