Ongi úrslit

Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 eru nú kunngjørdir

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Leiðaradagurin 30. januar 2026: Leiðsla við dirvi, kós og umsorgan í eini ótryggari tíð

Dómsnevndin at velja Ársins leiðarar og Herðaklappið til millumleiðaran hevur nú valt Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 – bæði innan almenna og privata geiran. Í dómsnevndini sita Árni Jakobsen, nevndarformaður SMJ, Alexandra á Dul, stjóri í sjúkrahúsverkinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsið og Anja Rein, nevndarlimur í fleiri nevndum.

Topp 3 Ársins leiðarar

- Tignarligasti heiður, ið verður latin leiðarum í Føroyum

Almenni geirin – í stavrað eftir fornavni:

Hjalti Gunnarstein, Apoteksverkið

Jóhanna á Tjaldrafløtti, Rótin

Jóngerð M. Nielsen, Vesturvón

Privati geirin– í stavrað eftir fornavni:

Gudny Langgaard, Nema

Kjartan Hansen, Kanjon

Ulla Joensen, Elektron

Herðaklappið til millumleiðaran

- Hægsti heiður, ið verður latin millumleiðarum í Føroyum

Umframt at kjósa Ársins leiðarar verður Herðaklappið til millumleiðaran eisini latið á degnum. Hetta er ein nýggjur virðismikil heiður, sum skal heiðra leiðarar á millumstigi, ið dagliga skapa úrslit, trivnað og framfýsni í teirra yrki sum millumleiðari. Hetta er aðru ferð, hesin heiður verður latin.

Ársins leiðarar verða kosnir á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum fríggjadagin 30. januar 2026 kl. 13 - 17.

LIVE stroyming á portal.fo

Herðaklappið til millumleiðaran: 30. januar kl. 15.55

Kjósanin av Ársins Leiðarum: 30. januar kl. 16.40

Áhugin fyri Leiðaradegnum er sera stórur – og plássini fækkast!

Vilt tú vera partur av degnum, har føroyskt leiðslutalent verður heiðrað? Har tú hittir leiðarar úr øllum Føroyum – frá bæði privata og almenna geiranum, úr bæði størri og smærri fyritøkum og stovnum?

Kom og styrk títt leiðslunetverk, og fá spildurnýggja vitan og íblástur at verða ein enn betri leiðari.

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

Í gjár kl. 22:00

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

13 tímar síðan

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15