Ongi úrslit

TONIK Ársins Átak

Í gjár fekk TONIK heiðurin Ársins Átak á tiltaki fyri ambassadørnetverkinum hjá Visit Faroe Islands.

Jonhard Hammer
28. februar 2025 kl. 18:12

Grundgevingin frá dómsnevndini:

“Tonik hevur hækkað munandi um støðið fyri, hvat ber til fyri tiltøk í Føroyum. Fyrst og fremst fyri KT og samskiftisvinnuna, sum í stóran mun hevur trongt til hetta slóðbrótandi lyft. Men eisini fyri vinnuferðavinnuna, har eyguni eru latin upp fyri festivallíknandi ráðstevnum. Kongshøll og Silo sum fundarstaðir eru framúr karmar fyri Tonik, men vit kunnu staðfesta, at hesir karmar verða lyftir av skapandi hugflognum hjá toyminum handan Tonik. At blanda list og KT á henda hátt, hava vit ikki sæð áður, og hevur hetta virkað framúr væl.

Tiltakið livir í allar mátar upp til at vera eitt ’Unordinary Meeting’, har netverk og vitanardeiling eru lyklaorðini. Tiltakið hevur longu eftir tveimum árum vakt stóran altjóða ans og dregur fólk til Føroya í stórum tali.”

Vit í Tonik toyminum eru errin og sera takksom fyri heiðurin!

Á myndini: Mathea Hilduberg, Vivi Egholm, Greg Worley, Erla Weihe Johannesen, Súsanna Laursen, Sóley Heradóttir Hammer, og Magni Thomsen

Vanta á myndini: Ben Arabo, Oyvindur av Skarði, Sigrun Jónsveinsdottir og Hjørdis Gudmundsen Slættanes

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

Í gjár kl. 08:41

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12