Aftur í nátt var løgreglan úti um seg í ferðsluni. Um midnáttarleitið vóru tey í Norðoyatunlinum við ferðmátaranum. Har steðgaðu tey á í ein tíma og hesa løtuna vórðu fimm bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu allir ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman, so umframt at fáa bót, fáa teir eisini klipp í koyrikortið.
Og í nátt steðgaði løgreglan einum bili í Havn og tá ið bilførarin varð biðin um at blása í alkometrið, gav tað útslag, so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Blóðroynd er tikin av bilføraranum og úrslitið av henni verður so avgerðandi fyri, hvusu málið verður avgreitt.
Løgreglan sigur, at annars hevur lítið av fólkið verið í býnum í nátt og í sambandi við náttarlívið hevur løgreglan verið púra arbeiðsleys.