Ongi úrslit

Tóku seks bilførarar í gjár - fyri tvey ymisk lógarbrot

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Løgreglan sigur, at tað hevur verið avbera lítið fólk í býnum í nátt. Men løgreglan var i býnum og tey gjørdu nakað burtur úr at steðga bilum fyri at kanna um bilførararnir vóru edrúir.

Tað vóru tað tveir bilførarar, sum ikki vóru og teir eru sostatt skuldsettir fyri at koyra við kenning.

Løgreglan tók eisini fýra bilførarar í gjár fyri at koyra ov skjótt. Tað var á einum strekki í Kollafjørði, har tað er loyvt at koyra 50.

Har fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman.

Men harumframt misti ein bilførari koyrikortið treytað fyri at koyra beint oman fyri 90 kilometrar um tíman. Sostatt má hann taka koyrikortið umaftur, annars missur hann tað heilt.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41