Ongi úrslit

Tóku lyklarnar frá bilførarunum

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í gjár steðgaði løgreglan einum bilførara á Eysturoy og tá ið umstøðurnar vórðu kannaðar, fingu tey illguna um at hann var ávirkaður, so blóðroynd varð tikin av honum - og lyklarnir til bilin vórðu tiknir frá honum.

Eitt sindur seinni seinnapartin í gjár, var aftur illgruni um, at ein bilførari koyrdi við kenning í Klaksvík

Men tað kundi ikki prógvast at hann hevði koyrt. Løgreglan sigur, at í tí førinum fóru tey inn á skeinkistaðið har bilførarin var, og har fingu tey tað, tey kalla, eitt »fyribyrgjandi prát« við hann.

Og fyri at tryggja sær, at bilførarin ikki fór í bilin, vórðu lyklarnir tiknir frá honum og so kann hann koma eftir teimum aftur, tá ið tað var runnið av honum.

Mest lisið hesa vikuna

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Ársins Brita 2026

16 tímar síðan

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18