Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar bæði norðan í Klaksvík, og í Suðuroy.
Og í tí sambandi vórðu fleiri bilførarar, heili 24 tilsamans, og teir vórðu tiknir fyri ymisk lógarbrot.
Í Klaksvík vórðu 13 bilførarar tiknir. Seks av teimum fingu bót tí at teir ikki sótu í trygdarbelti, tveir fingu bót tí at dekkini vóru so illa slitin, at tey vóru ólóglig, ein fekk bót, tí hann hevði ikki sama slag dekk undir bilinum, tríggir fingu bót tí at teir høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, og ein fekk bót tí at perur á bilinum vóru brostnar.
Næstan samstundis vórðu ferðkanningar gjørdar í Norðoyatunlinum, og har vórðu níggju bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Seks av teimum fingu bót fyri at koyra nakrar og 90 kilometrar um tíman.
Men so fingu tveir bilførarar eisini klipp í koyrikortið, annað var ein lastbilur, sum koyrdi 93 kilometrar um tíman, og ein persónbilur koyrdi 107.
Og harafturat misti førarin á einum vørubili koyrikortið treytað tí hann koyrdi 100 kilometrar um tíman - men hann hevði krøkt ein viðfestisvogn upp í vørubilin, og tá eru krøvini til hámarksferð, herd.
Og í Suðuroy fingu tveir bilførarar bót, og klipp í koyrikortið tí at teir høvdu børn í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tey vóru spent føst eftir forskriftunum.