Ongi úrslit

Tóku átta bilførarar fyri trý ymisk lógarbrot

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Í gjár var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna. Hesa ferð vóru tey norðan fyri - í Fuglafjørði og í Klaksvík.

Og tá ið tey fóru aftur á støðina, høvdu tey skrivað átta bilførarar upp.

Løgreglan sigur, at fimm bilførarar fingu 1.500 krónur í bót, umframt klipp í koyrikortið, fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.

Tveir bilførarar sótu ikki í trygdarbelti og tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri.

Og so var tað eisini ein bilførari, sum fekk bæði 1.500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið, fyri at hava eitt barn í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tað sat í trygdarbelti.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25