Hvussu kunnu føroyingar nýta nýggja tøkni til tess at menna hugskot og skapa nýggjar møguleikar? Hetta verður eitt av evnunum á Vinnuforum 2025, har ið Tina Grønbeck, leiðari á FabLab Vágur, fer at greiða frá arbeiðinum og teimum møguleikum, sum liggja í einum føroyskum ‘Fabrication Laboratory’, stytt: FabLab.
FabLab Vágur er eitt kreativt tøkniverkstað við 3D-prentara, lasaraskerara, CNC-fresara og fleiri amboðum, har ið einstaklingar, skúlar og fyritøkur kunnu royna seg, gera prototypur og seta nýggjar verkætlanir í gongd. Talan er um eitt verkstað fyri framtíðina – har ið bæði talgild og analog amboð eru tøk fyri øll, sum vilja eksperimentera og gera hugskot til veruleika.
Tina Grønbeck fer at vísa, hvussu FabLab Vágur longu hevur verið karmur um ymiskar spennandi verkætlanir, m.a. altjóða Nordic FabLab Bootcamp og lokalar verkætlanir, sum sameina skapandi hugsan og burðardygga framleiðslu.
Vinnuforum, sum verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 10. oktober kl. 13.00-15.30, savnar á hvørjum ári íverksetarar, vinnulívsfólk og myndugleikar til íblástur, orðaskifti og netverkan. Í ár verður serligur dentur lagdur á nýskapan, samstarv og kveikjandi søgur úr føroysku vinnuni.
Tiltakið er ókeypis, og tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið, sum skipa fyri.
Tøkni og nýhugsan í Føroyum Tøkni og nýhugsan í Føroyum
Hvussu kunnu føroyingar nýta nýggja tøkni til tess at menna hugskot og skapa nýggjar møguleikar? Hetta verður eitt av evnunum á Vinnuforum 2025, har ið Tina Grønbeck, leiðari á FabLab Vágur, fer at greiða frá arbeiðinum og teimum møguleikum, sum liggja í einum føroyskum ‘Fabrication Laboratory’, stytt: FabLab.
Dánial Golightly
6. oktober kl. 16:52
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum
14. november kl. 07:59
Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp
14 tímar síðan
Maður deyður í haganum oman fyri Signabø
Í gjár kl. 09:07
Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur
14. november kl. 14:03
Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík
11. november kl. 12:41
Útselt á sjálvum upplatingardegnum
11. november kl. 21:00