Fleiri miðlar skriva í kvøld um at Trump, á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum í dag segði, at Ukraina er hernaðarliga vunnið, men tosaði síðani um sjó - og flogverju, sum hann áður hevur knýtt at hernaðarligu førleikunum hjá Iran.
Russiska tíðindastovan Tass tók skjótt undir við Trump og skrivaði:
-Ukraina hevur fingið hernaðarligan ósigur, lýsir Trump.
Í einum seinni innleggi skrivar tíðindastovan, at tað ikki var Trump sum blandaði londini, men at hann gjørdi tilvísingar til Iran í sama høpi sum hann tosaði um Ukraine.
Pro-Russlands-profilar á X taka eisini til eftirtektar orðini hjá Trump, meðan politiski bólkurin Republikanara móti Trump skrivar, at Trump tók feil av londum, og helst meinti við Iran.