Ongi úrslit

Tobbi 70 ár - Stórfingin fagnaðarløta

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
15. sepember kl. 13:30

Vinir og kenningar hjá Tobba skipa fyri fagnaðarløtu sunnudagin tann 5. oktobur frá kl 15.00 til 17.30 í Løkshøll.

Maðurin, ið hevur skipað fyri tiltøkum, ið hava fagnað so mongum, eigur nú sjálvur tørn at verða fagnaður, siga fyriskiparnir av tiltakinum.

Sprotin gevur út stórt bókaverk sama dag við úrvali burtur úr øllum tí, ið Tobbi hevur skrivað í lítla hálva øld. Høvi verður at ogna sær bókina fyri 300 kr henda dagin og fáa hana signeraða.

Dagurin verður hildin við bókaframløgu, kvøðum, tónleiki og undirhaldi í tveir tímar.

Í steðginum verður borðreitt við fiskasúpan og hvítvíni.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding


Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53