Ongi úrslit

Tjóðarsemjan skal nú standa sína roynd

Ólavur Waag Høgnesen
6 tímar síðan

Fyrrverandi javnaðarløgmaðurin, Jóannes Eidesgaard, heldur, at ríkisrættarligi spurningurin at fáa høga raðfesting hjá einari komandi samgongu. 

- Kjarnin í tjóðarsemjuni tykist vera, at Føroyar fáa altjóðarættarligt virkisføri, so vit kunnu virka uttanríkispolitiskt í egnum navni, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at tað kann lata nýggjar hurðar upp.

- Nú eigur tað at snúgva seg um at fáa viðurkenning sum sjálvstøðugt land, sama hvat barnið eitur, og fáa nýggjar avtalur, eitt nú við EFTA-limaskapi, sum fara at hava størri inntøkur við sær, bæði við við lægri tolli og møguleika fyri virðisøking gjøgnum meirvirking 

Haldførið
Haldførið í almenna geiranum er eitt annað mál, sum eigur at vera ovast á breddanum. Tað kann ikki vera rætt at hava ein búskap, sum gongur væl, og samstundis hava hall á fíggjarlógini ár um ár, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Vit eiga undir øllum umstøðum at gera nakað munagott við haldførisspurningin, men eg rokni eina loysn á ríkisrættarliga spurninginunum fyri at vera ein týðandi tátt í loysnini av haldførisavbjóðingini, eftirsum tað sum frá líður fer at hava munandi av nýggjum inntøkum við sær, útgreinar Jóannes Eidesgaard.

Steðga bløðingini av ungfólki
Ein komandi samgonga ikki sleppa sær undan teirri avbjóðing, sum Jóannes Eidesgaard kallar “bløðingini av ungum fólki”. Tað má vera lokkandi hjá ungdómi at lesa í Føroyum, og tað snýr seg ikki einans um útboðið av lestrargreinum og studning.

- Tað snýr seg ikki minst um møguleikan at búgva fyri ein rímiligan penga og um eitt umhvørvi, sum ger, at lesandi trívast her heima, bæði innan skúlagátt og í frítíðini, sigur Jóannes Eidesgaard.

Býlisavbjóðingin
Ein onnur átrokandi avbjóðing er støðan á bústaðarmarknaðinum, sambært Jóannesi Eidesgaard. 

- Dagsins býlisprísir hava við sær, at parturin, sum fer til at gjalda fyri býli, er nógv hækkaður; peningastovnarnir krevja, at hús verða gjørd liðug, áðrenn flutt verður í tey; og Bústaðir er vorðið til tað øvugta av tí, sum Húsalánsgrunnurin var, sigur Jóannes Eidesgaard.

Bústaðir hevur ikki verið ført fyri at byggja íbúðir, sum vanligar láginntøkur kunnu gjalda, og tí eigur ein komandi samgonga at umhugsa at venda aftur til megintáttin í skipanini hjá Húsalánsgrunninum:

A, C og E-samgonga
- Tá fíggjaði Húsalánsgrunnurin uttasta veðrættin, og tað gjørdi munin, sigur Jóannes Eidesgaard, og leggur afturat, at verandi støða hevur við sær ein samfelagsliga óunniligan tendens:

Hann hjúklar um okkum, sum hava goldið okkara hús niður, og hann setur tey, sum skulu hava samfelagið gangandi, m.a. vera um tey sjúku og gomlu, í eina støðu, sum ikki ger tað hugaligt at seta búgv í Føroyum, hugleiðir hann. 

Tá ið tað kemur til samgonguspurningin, so heldur Jóannes Eidesgaard tað vera týðandi, at tað verða tríggir stórir flokkar, tí prísurin fyri at hava ein lítlan flokk við oftast er høgur.

- Verður tjóðarsemjan ein felagsnevnari, so talar tað fyri einari A, C og E-samgongu, har Sambandsflokkurin verður isoleraður. Spurningurin er so, um nevndu flokkar kunnu semjast um aðrar týðandi avbjóðingar, sigur Jóannnes Eidesgaard.


Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Tað ber ikki til bara at siga, at útlendingar mugu tíma at integrera seg

20. mars kl. 13:01