Ongi úrslit

Tivoli flaggar við Erfalasorput

Tivoli vil vísa, at tey hugsa um Grønland

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 22:10

Tivoli í Keypmannahavn hevur fyri vana at halda lágan profil, tá talan er um bæði tjóðar- og altjóða konfliktir.

Men nú lyftir siðbundna parkin flaggið. Tað grønlendska flaggið - Erfalasorput, sum merkir "okkara flagg", flákrar yvir Tivoli alla hesa vikuna.

Hettar fyri at vísa umsorgan fyri Grønlandi og fólkinum, sum í løtuni eru undir hørðum geopolitiskum trýsti, skrivar Berlingske.

- Tivoli hevur hesa vikuna lyft grønlendska flaggið sum eitt merki um okkara langtíðar samband við Grønland og grønlendska fólkið, sigur Susanne Mørch Koch, stjóri í Tivoli í einum telduposti til fjølmiðlarnar og heldur fram:

- Merkingin er eitt úttrykk fyri stúran í eini tíð, sum er upplivað sum trupul fyri mong. Tivoli vil vísa, at vit hugsa um Grønland og standa við felagsskapin, sum er bygdur upp gjøgnum mong ár.

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

Í gjár kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19