Tilsamans hava 848 heilsustarvsfólk tikið prógv á heilsuskúlanum í Suðuroy, síðani hann byrjaði fyrst í hesi øldini.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum.
Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu stórt næmingatalið er á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy.
Hon vísir á, at vit útbúgva alt ov fá starvsfólk til eldraøkið, samstundis sum tørvurin veksur við rúkandi ferð.
Harafturat er starvsfólkahópurin so gamal í miðal, at væntandi er ein triðingur av teimum 950 fulltíðarstørvunum, sum eru nú, burtur um 10 ár, tí tey eru farin frá við eftirløn.
Landsstýrismaðurin sigur, at hesi árini, Heilsuskúlin hevur verið í Suðuroy, hava 299 heilsurøktarar og 525 heilsuhjálparar fingið prógv á skúlanum.
Fram til 2020 tóku 30 heilsuhjálparar prógv um árið í miðal, men síðani 2021 er talið tó fallið, og í miðal hava einir 15 heilsuhjálparanæmingar fingið prógv um árið síðan 2021.
Hinvegin hava einir 17 heilsurøktarar fingið prógv um árið í miðal, síðani skúlin byrjaði.
– Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógvir næmingar fella frá: Summi ár eru tað fáir, og onnur ár eru tað nógvir, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Hann sigur, at hjá heilsurøktaranæmingum hevur fráfallið verið eini 20 prosent í miðal. Hjá heilsuhjálparanæmingunum hevur fráfallið verið 18 prosent í miðal.
Heilsuhjálparaflokkarnir hava havt 48 tøk pláss um árið. Fram til 2019 vóru umleið 75-100 prosent av tøku plássunum brúkt. Frá 2020 lækkaði talið tó niður á 30-55 prosent.
Fyri heilsurøktarar hevur ein flokkur verið boðin út við 25 plássum hvørt árið. Men í 2014 lækkaði floksstøddin niður í 21, tí talið á plássum til starvsvenjing var avmarkað.
Síðani í fjør eru næmingar tiknir á skúlan tvær ferðir um árið við 17 plássum til starvsvenjing hvørja ferð, ella tilsamans 34 pláss um árið.
Djóni Nolsøe Joensen sigur, at fyrr var talan um rættiliga fullsettar flokkar. Men síðan 2023 hava umleið helvtina av tøku plássinum verið brúkt – serliga aftaná, at tvær upptøkur hava verið tvær ferðir um árið við 17 plássum hvørja ferð.