Ongi úrslit

Tilsamans 13 bogaskjúttar hava teknað seg til FM uttandura, sum verður í Hoydølum í morgin

Henda myndin er frá uttandura í fjør
Bogaskjótisamband Føroya
22. august kl. 20:00

Tað verður kapping um heiðursmerkini í øllum bogaflokkunum uttan berboga, har bert ein skjútti hevur teknað seg, tá FM í uttandura bogaskjóting verður á fløtuni í Hoydølum í morgin.

13 bogaskjúttar hava teknað seg: Ein kvinna við berboga, tvær kvinnur og tveir menn við recurveboga, tveir kvinnuligir compoundskjúttar og seks compoundmenn.

Kappingin byrjar klokkan 10 við trimum upphitingarumførum. Sjálv kappingin verður skipað sum 720-umfar, har tað verða skotnir tvær ferðir 36 pílar.

Kappast verður í recurve, compound og berboga (barebow), frástøðan er 70 metur hjá recurve-skjúttunum og 50 metur hjá compound- og berbogaskjúttunum.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47