Ongi úrslit

Tikin fyri vandamikla flúgving við dronu við flogvøllin í Vágum

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
19. august kl. 07:48

Tvær ferðir í gjár varð ringt til løgregluna at melda, at onkur fleyg við dronu nærhendis flogvøllinum í Vágum

Tað er strangliga bannað at flúgva við dronu nærri enn fimm kilometrar frá einum flogvølli - og tað merkir, at í roynd og veru er tað næstan ikki loyvi at flúgva við dronu nakrastaðni í Vágum.

Fyrru ferðina varð flogvøllurin stongdur í eina løtu - men tað órógvaði ikki flogferðsluna sum so, tí einki flogfar kom, ella fór, akkurát tá.

Løgreglan sigur, at tey fóru at kanna málið, men funnu hvørki dronu ella dronuførara.

Men eina løtu seinni varð aftur ringt til løgregluna at melda, at onkur fleyg við dronu í Vágum, ikki so langt frá flogvøllinum - men hesa ferð varð flogvøllurin ikki stongdur.

Fráboðarin fylgdi dronuni og fekk víst løgregluni á rætta kós, og hesa ferð fingu tey fatur á dronuni og á teimum fólkunum, sum eiga hana. Tað vóru nakrir útlendingar, sum stóðu við dronuni, tá ið løgreglan kom.

Løgreglan sigur, at nú skulu myndirnar úr myndatólinum í dronuni fyri at royna at staðfesta akkurát hvar dronan hevur flogið.

Hetta við dronuflúgving er ikki so vanligti Føroyum- og slett ikki dronuflúgving við flogvøllin - so løgreglan dugir ikki rættiliga at siga, hvør revsingin verður.

Men væntandi fáa dronuførararnir bót - og kanska verður hald eisini lagt á dronuna.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14