Ongi úrslit

Tikin fyri at koyra ørt á Fuglafjarðarvegnum

Áki Bertholdsen
23. sepember kl. 08:31

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar á Fuglafjarðarvegnum,  tað er vegurin, sum gongur ímillum Gøtu og Fuglafjørð.

Tað er ein breiður og góður vegur, og har hava bilførarar ofta lyndi til at stíga ov fast á speedaran.

Har er loyvt at koyra 80, men løgreglan sigur, at har var ein bilførari tikin fyri at koyra heilar 146 kilometrar um tíman.

Løgreglan sigur, at talan var um ein bilførara fyrst í tjúgunum, men hetta var so groft brot á hámarksferðina, at hann misti koyrikortið á staðnum.

Harumframt fær hann eina bót upp á ímillum 4.000 og 5.000 krónur.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47