Seinnapartin í gjár varð ein maður tikin á flogvøllinum í Vágum, tí illgruni var um at hann smuglaði rúsevni innvortis.
Tí varð hann førdur á Landssjúkrahúsið og lagdur í skannara, og har kundi læknin staðfesta, at so var.
Løgreglan sigur, at talan er um eina minni nøgd av hassji, kanska eini 40-50 gramm, og tað verður tikið sum um at tað er til egið brúk.
Maðurin varð handtikin og settur í varðhaldið, har hann er settur á pottin fyri at fáa alt út aftur.
Løgreglan kann, í mesta lagi, hava fólk í varðhaldi í eitt samdøgur, so skulu tey fyri ein dómara. So tað kann eisini hendan, at maðurin, sum er føroyingur, verður førdur fyri rættin, tí hann sleppur í øllum førum ikki leysur aftur fyrr enn alt er komið út aftur.