LJÓSAREYÐUR OKTOBER: Í oktober á hvørjum ári varpar Krabbameinsfelagið ljós á bróstkrabba. Í hesum sambandi hevur eisini afturvendandi borið til at stuðla gransking og arbeiðinum hjá bróstkrabbabólkinum Bót til bata á ymsan hátt - og soleiðis er aftur hesaferð.
Bót til bata, sum er bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum fyri kvinnur og menn, sum hava ella hava havt bróstkrabba ella undanstig til bróstkrabba, fer aftur í oktober í ár at skipa fyri ymiskum tiltøkum og átøkum, sum øll hava til endamáls at geva bróstunum og bróstkrabba størri ans.
Umráðandi at kanna bróstini
Bróstkrabbi er mest vanliga krabbameinssjúkan hjá kvinnum og rakar eina av hvørjum tíggju kvinnum í Føroyum. Og menn sleppa heldur ikki undan. Bróstkrabbi rakar nevniliga ikki bara kvinnur, tí ein av hvørjum túsund monnum fáa eisini sjúkuna.
Í oktober setir Krabbameinsfelagið tí afturvendandi sjóneykuna á bróst og bróstkrabbba og minnir á týdningin at kanna bróstini við jøvnum millumbilum. Eingi bróst eru eins. Tey síggja ymisk út og kennast eisini ymisk. Kennir og kannar tú tíni bróst regluliga, varnast tú skjótari møguligar broytingar, og tá er best at skunda tær til læknan, hóast broytingar ikki altíð merkja, at tú hevur bróstkrabba. Jú fyrr, krabbamein verður staðfest og ein møgulig viðgerð kann byrja, tess betur. Ivast tú í, hvussu tú kannar tíni bróst, finnur tú eina vegleiðing á okkara heimasíðu her.
Afturat hesum er umráðandi at taka ímóti tilboðnum um røntgenbróstkanning (mammografiscreening), sum allar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 fáa. Røntgenbróstkanningar kunnu vísa broytingar í bróstinum, sum tú ikki merkir við fingrunum. Endamálið er at fáa staðfest møguligar bróstkrabbatilburðir so tíðliga sum til ber fyri at kunna veita skjóta og mildari viðgerð. Hetta kann minka um deyðatalið av sjúkuni.
Kom við til hugnakvøld og rørslutiltak!
Krabbameinssjúka og at fáa viðgerð fyri krabbamein er sera tungt og kann ávirka alla tilveruna. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at hitta og práta við onnur í líknandi støðu um upplivingar, tankar og kenslur.
Í sambandi við ljósareyða oktober í ár skipar Bót til bata bólkurin tí eisini fyri tveimum ymiskum tiltøkum, har tú fært møguleikan at hugna tær saman við øðrum. Eitt rørslutiltak verður í Klaksvík 26. oktober, og hugnakvøld við fyrlestri verður í Havn 28. oktober. Les meira um tiltøkini her:
Rørslutiltak í Klaksvík 26. oktober Hugnakvøld við fyrilestri 28. oktober
Keyp hondsápu frá Kemilux og stuðla bróstunum
Seinastu árini hevur Bót til bata varpað ljós á bróstkrabba í samstarvi við føroyskan sniðgeva ella fyritøku. Í ár er tað fyritøkan Kemilux, sum, í samstarvi við Krabbameinsfelagið, hevur framleitt eina heilt serliga hondsápu til endamálið. Keypir tú hondsápuna, letur tú samstundis 5 krónur í stuðuli til Krabbameinsfelagið. Allur peningurin fer til gransking og arbeiði annars hjá bróstkrabbabólkinum Bót til bata.
Sápan, sum er í øðrvísi dunki og hevur ein heilt serligan søtan anga av melón, fæst til keyps í ymiskum handlum frá 1. oktober. Nøgdin er avmarkað, og verður hondsápan bara til sølu í oktober.
Bót til bata og Krabbameinsfelagið takka av hjartanum fyri allan stuðul, sum fólk á ymsan hátt veita okkum í strembanini eftir at gera nakað gott fyri øll tey, sum hava ella hava havt bróstkrabba í Føroyum. Tín stuðul ger mun. Ein serlig tøkk skal eisini ljóða til Kemilux fyri góða samstarvið.