Stóri spurningurin viðvíkjandi pensjón, sum øll fólk eiga at spyrja seg sjálvi er ”hvussu skal eg best spara upp til mína pensjón?”.
Í áratíggju hevur svarið verið tað sama. Fíggjarráðgevar, bókmentir um íløgur o.s.f. byggja allar á tvær høvuðsreglur:
Tú skalt spjaða íløgurnar millum partabrøv og lánsbrøv.
Og tú skalt minka um partabræva-partin (og vaksa um lánsbrøvini), jú eldri tú verður
Henda ráðgeving er so inngrógvin, at hon eisini er innbygd í føroysku eftirlønarlógina (t.d. §7).
Men… hvat um henda grundregla er skeiv?
Ein nýggj og slóðbrótandi vísindalig grein setur sjóneykuna á hesa meginreglu fyri íløguráðgeving. Granskingargreinin eitur “Beyond the Status Quo: A Critical Assessment of Lifecycle Investment Advice” (Anarkulova, A., Cederburg, S., & O’Doherty, M. S. (2023) – seinast dagført 10. juli 2025) Granskararnir hava kannað meira enn 2600 ár av fíggjarmarknaðarhagtølum úr 39 londum (altso ikki 2600 samanhangandi ár). Viðmerkjast skal at hetta er eitt sonevnt working paper, sum tí møguliga seinni fer at fáa aftursvar frá javnlíkameting ella aftursvar frá aðrari gransking. Higartil er greinin tó tikin niður yvir 70 túsund ferðir, so hon fær í hesum døgum stórt uppmerksemi kring heimin.
Niðurstøðan er milt sagt slóðbrótandi: Strategiirnar, sum tú ætlaði skuldu verja pensjón tína móti váða, kunnu í veruleikanum stillisliga leggja fót fyri tíni fíggjarligu framtíð, uttan at tú varnast tað.
Í klassisku hugsanini eru lánsbrøvini tað trygga akkerið í eini pensjónsportefølju — nakað, sum gongur uppeftir, tá partabrøv fara niður. Tað er rætt - í tí heilt stutta høpinum. Men nýggja greinin staðfestir at langtíðarhugsan — sum pensjón krevur — vísir okkum nakað heilt annað.
Nýggja granskingin vísir at tað sum tú heldur vera trygt (lánsbrøv), er bara trygt í tí stutta høpinum, og ikki í langa høpinum, sum ein pensjónsuppsparing jú leggur upp til.* Og tað vil siga, at lánsbrøv geva bæði eitt lágt avkast, og eisini eru nógv vandamiklari enn vit halda.
Og enntá tann klassiska meginreglan at vit eiga at minka um partabrøvini og vaksa um lánsbrøvini tá ið vit nærkast pensjónsaldri, hon vísir seg heldur ikki at halda vatn. Tí tað loysir seg altíð, at hava nógv tann størsta partin av íløgunum í partabrøvum, eisini tá ið pensjónsaldurin nærkast. Hetta tí at allir pensjónspengarnir skulu heldur ikki brúkast í einum tá, men skulu brúkast leypandi yvir fleiri ár.
Hví er hetta týðandi í Føroyum?
Í Føroyum er tvungin pensjónsuppsparing, og øll skulu rinda inn í minsta lagi 11% av allari løn inn á pensjónsuppsparing. Næsta ár verður hetta kravda inngjald 12%. Tí er spurningurin, sum hendan nýggja granskingin kemur við, sera relevantur.
Føroysku lívstryggingarfeløgini Lív og Betri hava hesar valmøguleikar til pensjónsuppspararar:
Lív | Betri Pensjón |
(lánsbrøv/partabrøv) | (lánsbrøv/partabrøv) |
55/45 ”Varið” | 100/0 ”A” |
40/60 ”ESG” | 70/30 ”B” |
| 50/50 ”C” |
23/77 ”Miðal” | 30/70 ”D |
15/85 ”Høgt” | 10/90 ”E” |
0/100 ”Partabrøv” | 0/100 ”F” |
Tíbetur hava føroysku pensjónsfeløgini seinastu árini givið sínum kundum møguleika at velja íløgusamanseting sjálvi. Kortini sær út til at størsti parturin av kundunum hava valt at hava eina íløgusamanseting við nógvum lánsbrøvum, ið ger at tey fara at vera fátækari tá ið tey gerast pensjónistar. Tað sæst til dømis í roknskapinum 2024 hjá Betri Pensjón, at 54% av øllum ognunum eru í lánsbrøvum.
Ikki er lætt at vita hví so nógv fólk velja eina íløgusamanseting við so nógvum lánsbrøvum, men tað kann hava okkurt við íløguráðgevingina hjá pensjónsfeløgunum at gera. Um pensjónsfelagið fortelur fólki at tú tekur størri váða og kanst missa nógv við at seta tína pensjón í partabrøv, so kann tað helst fáa fólk til at velja eina íløgusamanseting við størri parti av lánsbrøvum.
Feløgini geva eisini í sínum valmøguleikum í tabellinin omanfyri inntrykk av at jú hægri partur av partabrøvum er í porteføljuni, jú hægri er váðin. Lív kallar beinleiðis váðastøðini ”varið”, ”miðal” og ”høgt” váðastøði. (Betri Pensjón er farin burtur frá hesum heitum, og kallar tey bara við bókstavunum ”A-F”). Hetta er so beint tvørturímóti niðurstøðuni í hesi nýggju granskingini.
Trupulleikin er bara, at sambært hesi nýggju granskingini, so hendir júst tað øvugta. Tú gerst fátækari og tekur størri váða við at koyra lánsbrøv í pensjónsuppsparingina.
Nýtist bara rinda helvtina inn til pensjón, um hon verður sett í partabrøv
Nýggja greinin endar við at vísa á, at sum uppsparari, so noyðist tú at leggja nærum tvífalt, altso undirstrikað tvífalt (!) so nógv til síðis til pensjón um tú brúkar eina íløgusamanseting á 60/40 (partabrøv/lánsbrøv), sum um tú hevði sett alla tína pensjónsuppsparing bert í partabrøv.** Ella alternativt, um tú sparir tað sama upp, so kemur pensjónisturin sum valdi at vera ”varin” bara at vera tilsvarandi fátækari sum pensjónistur. Avgerðin um hvussu pensjónin skal plaserast kann soleiðis hava kolossalan týdning fyri føroyska pensionistin, samfelagið og haldførið hjá tí almenna.
Hetta eigur at geva føroyskum pensjónsfeløgunum nakað at hugsa um. Yvir til tykkum, Lív og Betri Pensjón, tit hava bóltin.
Regin D. Hammer,
búskaparfrøðingur (MSc), løgfrøðingur (MA) og fyrrverandi nevndarformaður í pensjónsfelagi.
Leinkja til greinina: https://papers.ssrn.com/sol3/papers.cfm?abstract_id=4590406
* 1) Yvir 30 ár økist variansurin (mát fyri váða) hjá obligatiónum til x2,30 ferðir av 1-ára váðanum. 2) Hinvegin, hjá altjóða partabrøvum minkar variansurin til x0,75 ferðir 1-ára variansin, tá ið áramálið økist úr 1 ári upp í 30 ár. 3) Sambandið millum obligatiónir og inflatión er -0,78 sum merkir at íløgan í lánsbrøv í langa høpinum førir við sær eitt tap av keypiorku í teimum tíðarskeiðum, har ið høg inflatión ger seg galdandi.
** Greinin vísir á, at um tú setur alla pensjónina í partabrøv, so er tað nokk at inngjalda 10% av inntøkuni, men um tú setur hana í 60/40 partabrøv/lánsbrøv, so noyðist tú at inngjalda 19,3% av inntøku tíni til pensjón.