Endamálið er at lætta um hjá fólki og taka broddin av hækkandi oljuprísum.
Uppskotið merkir, at oljufeløgini ikki skulu krevja inn mvg av sølu av hesum brennievnum í tíðarskeiðinum. Við verandi prísum kann hetta lækka kostnaðin hjá brúkarum við umleið 2,50 krónur fyri liturin.
Lættin er serliga til húsarhald
Sambært uppskotinum fær vinnan lítla ávirkan av broytingini, tí hon fær mvg afturborið frammanundan. Tí er tiltakið serliga ætlað húsarhaldum, sum nýta bil í gerandisdegnum.
Mett verður, at pendlarar fara at merkja størsta lættan.
Ein fyltur tangi kann tískil geva ein sparing upp á umleið 100 krónur.
Kostnaðurin fyri landið
Frítøkan fer at minka um mvg-inntøkurnar hjá landinum. Fíggjarmálaráðið metir, at kostnaðurin verður um 20 milliónir krónur fyri tíðarskeiðið.
Samstundis kann ein partur av tapinum koma aftur, um fólk brúka sparingina til aðra nýtslu, sum eisini gevur mvg-inntøkur.
Tíðaravmarkað tiltak
Tiltakið er fyribils og skal taka broddin av brádliga prísvøkstrinum á olju. Lógin kemur í gildi beinanvegin eftir kunngerð og fer úr gildi í 2027.
Politisk ynski eru um at lætta um hjá borgarum, meðan prísirnir eru høgir, uttan at gera varandi broytingar í avgjaldsskipanini.