Tí verður Paul Watson ikki útflýggjaður til Japan

Tað eru seriliga eini viðurskifti, sum gera seg galdandi

Áki Bertholdsen
17. desember 2024 kl. 12:59

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, hevur danska løgmálaráðið gjørt av ikki at ganga áheitanina frá myndugleikunum í Japan á møtu um at útflýggja Paul Watson.

Danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, sigur í eini fráboðan, at avgerðin byggir á eina heildarmeting av málinum.

Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í Grønlandi síðani 21. juli tí myndugleikarnir í Japan hava eftirlýst hann altjóða fyri at hava gjørt seg inn á japansku hvalaveiðina har í 2010.

Peter Hummelgaard vísir á, at eingin avtala er við Japan um at úrflýggja fólk í førum sum hesum.

Bæði danski ákæruvaldið og grønlendska løgreglan hava annars mett, at treytirnar fyri at útflýggja Paul Watson, eru loknar.

Men í hesum sambandi hevur danska løgmálaráðið spurt myndugleikarnar í Japan um tíðin, Paul Watson hevur verið varðhaldsfongslaður í Grønlandi, verður drigin frá eini fongsulsrevsing, sum hann kundi verið dømdur í sambandi við sakarmálið í Japan.

Her verður serliga hugsað um, at Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í fimm mánaðir, og at lógarbrotið, japanarar hava ákært hann fyri, er eitt 14 ára gamalt mál og ikki eitt lógarbrot av tí álvarsligasta slagnum.

Tí leggur danska løgmálaráðið sera stóran dent á, at tíðin hann hevur sitið í Grønlandi, verður drigin frá einum møguligum fongsulsdómi í Japan. Men tað hava myndugleikarnir í Japan ikki veitt vissu fyri.

Hetta - og tað, at málið er 14 ára gamalt - og heldur ikki so álvarsligt - er orsøkin til, at danska løgmálaráðið, eftir eini heildarmeting, ikki vil ganga áheitanin frá Japan á møti um at fáa Paul Watson útflýggjaðan.

Peter Hummelgaard leggur kortini dent á, at hann er ikki samdur við teimum sum siga, at Paul Watson skuldi ikki útflýggjast tí tey stúrdu fyri rættartrygdini í Japan.

– Japan er eitt fólkaræðisligt land og eitt rættarsamfelag, staðfestir hann.