Sum vit skrivaðu fyrr í gjár, hevur samgongan lagt uppskot fyri Løgtingið um at tað nú skal verða mvg frítt at fylla bensin og diesel á tangan á bilinum fram til 31. juli.
Men tað eru mong sum hava fýlst á, at tað ikki eisini verður mvg frítt at fylla oljutangan heima við hús.
Landsstýrið hevur eina forkláring upp á, hvó tað er best at avmarka stuðulin til bensin og diesel.
– Tað er lættast at umsita og rakar har, prísvøksturin sæst best og merkist mest, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann staðfestur, at fyri tað mesta hava húsarhald, sum brúka olju, eina hitakontu har mánaðarliga gjaldið verður stillað eina ella tvær ferðir um árið.
– Oljufeløgini meta, at umleið 70% hava hitakontu. Ein oljustuðul hevur sostatt ikki ávirkan fyrrenn næstu ferð, gjaldið verður stillað, sigur løgmaður.
Harafturat er avmarkað, hvussu ofta oljutangin verður fyltur og tá ið stuðulin bara verður galdandi í nakrar mánaðir, er tað sostatt eingin vissa fyri, at øll høvdu fingið gagn av tí, sigur hann.
– Harafturat brúka húsarhaldini munandi minni olju um summarið, og tí kann stuðulin leggja stórt trýst á oljufeløgini um at fylla tangarnar, áðrenn stuðulin verður tikin av 31. juli, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Hann sigur, at sostatt er vandi fyri, at ein slíkur stuðul hevði eggjað fólki at fylla tangarnar, hóast prísurin á olju enn varð høgur.
Aksel V. Johannesen sigur, at Sev hevur greitt frá, at tey hava prístryggjað sína olju, og tí er óneyðugt at stuðla SEV. Harafturat er SEV somikið stórt og væl bjálvað til at klára sveiggj í marknaðinum.