Ongi úrslit

Thomas Bjørn spælir nú við EB/Streymi

EB/Streymur og Thomas Bjørn Miezan hava skrivað undir tvey ára sáttmála

EB/Streymur
13. mars kl. 14:21

Tað er við stórari gleði, at EB/Streymur í dag kann kunngera, at sáttmáli er gjørdur við unga og evnaríka Thomas Bjørn Miezan.

Longu sum 16-ára gamal fekk Thomas Bjørn debut í Betri-deildinifyri barndómsfelagið HB í dysti móti KÍ í mai mánaði 2022. Tveir mánaðar seinni skifti hann til akademiið hjá FCK, hvar ið hann var við til at vinna eina stóra altjóða kapping fyri U-17 aldursbólkin.

Thomas Bjørn valdi í 2024 at venda heimaftur til føroyskan fótbólt. Thomas Bjørn skifti til B68, sum hann umboðaði í fyrruhálvu av 2024. Í seinnu hálvu av 2024 leikti Thomas Bjørn við B36. Nú hevur hann so valt at skifta til EB/Streym og sáttmáli er undirskrivaður fyri 2025 og 2026.

19-ára gamli Thomas Bjørn hevur leikt 6 dystir í Betri-Deildini og leikt 15 dystir og skorað tvey mál í 1.deild. Thomas Bjørn hevur eisini umboðað U-15, U-17 og U-19 landsliðini hjá Føroyum, hvar ið hann tilsamans hevur leikt 18 dystir og skorað tvey mál.

Thomas Bjørn sigur í viðmerking til heimasíðuna: ”Eg vóni, at vit í EB/Streymi koma at fáa fleiri minnisríkar løtur og at eg kann hjálpa felagnum við at skjóta nøkur mál.”

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, er spentur uppá tilgongdina og sigur í viðmerking til heimasíðuna: ”Thomas Bjørn eitt av teimum stóru álops-talentunum í føroyskum fótbólti. Hann er ein ferð- og kraftmikil leikari við einari málnøs, sum vit vænta okkum nógv av.”

Thomas Bjørn hevur longu víst, at hann hevur málnøsina, ið høvuðsvenjarin umtalar. Hann debuteraði fyri felagið í vikuskiftinum, har hann spældi allan dystin og skoraði sigursmálið fyri 1.deildarliðið hjá okkum í 2-1 sigri móti 1.deildarliðnum hjá NSÍ.

Vit ynskja Thomas Bjørn vælkomnan til EB/Streym.

(Hagtølini eru frá Faroesoccer.com)

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

Í gjár kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45