Tey ungu halda, at tað er alt ov lætt at fáa fatur á sigarettum og snúsi.
Tí vilja tey hava Landsstýrið at avmarka møguleikarnar munandi at keypa sigarettir, snús, E-sigarettir og Vapes, sum eru eftirgjørdar sigarettir.
Hetta samtykti ein stórur meiriluti á Ungdómstinginum í gjár. Tað vóru nevniliga heili 25 ungdóms-tinglimir atkvøddu fyri og bara sjey vóru ímóti.
Tað var 9. flokkur í Runavík, sum legði uppskotið fyri Ungdómstingið. Tey vísa á, at er tað nakað, sum kann minka um royking og nýtslu av snúsi, er tað at avmarkað atgongdina, at avmarkað møguleikarnar at lýsa fyri nikotinvørum, og at gera tað dýrt at roykja og snúsa.
Tí halda tey, at sigarettir og nikotinvørur annars, skulu bara fáast til keyps í Rúsuni, í tollfría handlinum á flogvøllinum og umborð á Norrønu.
Tey halda eisini, at revsingin skal verða herd fyri at selja nikotinvørur til ung undir 18 ár.
– Tað er eisini ein sera stórur trupulleiki, at børn og ung undir 18 ár selja tubbaks- og nikotinvørur, tí hesi kunnu kenna seg trýst til at selja til vinfólk, siga tey ungu á Ungdómstinginum.
Tí vilja tey eisini hava landsstýrið at herða avmarkingarnar fyri, at børn og ung, yngri enn 18 ár, selja vørur, ið tey ikki sjálvi hava aldur at keypa.
Onkur ungdóms-tinglimur heldur, at ein gongd er at gera tað forboðið at selja sigarettir við fyri at avmarka nýtsluna.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum heldur, at tað ber illa til at banna ungum undir 18 ár at selja sigarettir, tí so hevði tað verið ringt hjá ungum at fingið arbeiði í kioskum og í handlum, har sigarettir eru til keyps.
Annars tekur hon fult undir við, at sølan av sigarettum og snúsi, verður avmarkað. Men hon væntar ikki, at meiriluti hevði veri í Løgtinginum fyri tí.